Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

SMS: Várdagur við góðum tilboðum og undirhaldi og vinningum verður aftur á skránni hjá SMS nú hósdagin, 2. mai.

Várdagurin er eitt sera væl umtókt afturkomandi tiltak hjá SMS, har handlarnir eru á tremur við tí nýggjasta vármótanum og várvørum annars, og opið er til langt út á kvøldið. Samstundis er nógv og gott undirhald á skránni á Torginum.

Lagt verður fyri longu fyrrapartin hósdagin við at bjóða foreldrum, sum eru heima í farloyvi, at koma at lurta eftir Ingibjørg frá Ansni, ið fer greiða frá og vísa fyrstuhjálp til tey allar minstu.

Fyri tey, sum eru eitt sindur eldri, verður eitt áhugavert tiltak kl. 13, tá ið Beate Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, saman við Ingeborg Vinther, næstforkvinnu í landfelagnum, Alfred Olsen, nevndarlimi og Eiriki Suna Danielsen, dagligur leiðari í Tilhaldinum í Havn fer at greiða frá og vísa á allar møguleikanar og tilboðini, hvussu lívið sum pensjónistur kann vera so gott og ríkt sum gjørligt.

Eftir hetta fer Ólavur Højgaard at syngja nøkur løg.

Børnini verða heldur ikki gloymd, tí seinnapartin fer eingin minni enn SMS-Vox-vinnarin, Bjarki, at syngja nøkur løg, og Rógvi Dam fer á pallin at framføra ymist fyri teimum smærru.

Haraftrar verður nógvur livetónleikur at hoyra í SMS henda dagin. Millum teirra, ið fara at syngja, eru Ólavur Højgaard, SMS-Vox-vinnarin Bjarki og Danny og Ingi.

Kahoot-kapping, har øll hava møguleika at vera við, er á Torginum klokkan 21 hóskvøldið, og har ber millum annað til at vinna ferðaseðlar til Paris fyri tvey og SMS-gávukort.

SMS letur dyrnar aftur klokkan 22 hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo