Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Røða, sum løgtingsformaðurin Jógvan á Lakjuni flutti fram, tá grækarismessuhald var í Runavík seinrapartin í dag.

Aftur birtist lív á landi!
Eg sá tjaldursflokk á sandi,
og eg mátti flóna við;

Soleiðis ljóða tær fyrstu reglurnar í sanginum ’Á grækarismessu’ hjá Mikkjali á Ryggi, og tað má eg siga, at sum árini fara, tá ið eg síggi tey fyrstu tjøldrini,  so verði eg glaðari og glaðari fyri henda kæra og trúfasta várgestin og allan hin ferðafuglin, sum boðar okkum frá nýggjum lívi og ljósi!

Góðu áhoyrarar, góðu skótar, og góðu tit í hornorkestrinum.

Tað man ikki vera mangt, sum eyðkennir várið og summarið í Føroyum so nógv sum flytifuglurin. Sjálvt um veðrið er baldrut, soleiðis sum vit mangan uppliva tað hesar fyrstu mánaðirnar á árinum, og hóast várið er ringt, og summarið drálar við at koma við lýkku og sól – flytifuglurin, tjaldrið, ternan og hinir fuglarnir koma kortini til sínar vissu tíðir.

Grækarismessudagur hevur navn eftir Grækaris Mikla páva, ið doyði henda dagin fyri meira enn 1400 árum síðan. – Tað skal eg ikki koma inn á her – men henda dagin, 12. mars, siga vit, at tjøldrini eru komin, og so væl eru tey fagnað, at hesin dagur fram um allar aðrar mishalgidagar er vorðin ein merkisdagur í árinum, har vit skipa fyri grækarismessuhaldi við tónleiki og røðum, og har tjóðfuglur okkara, tjaldrið, og várið verða fagnað.

Í røðu, sum Sverri Dahl, sonur Jákup Dahl, próst, helt grækarismessudag 1953, sigur hann, at ivaleyst hevur tjaldrið frá fyrndartíð verið hin sanni várboðberi, og komudagurin verið tekin um, at nú kom endiliga várið við lýkku og ljósi. Og so sigur hann hetta: ”Vit halda nú henda dag sum ein ungmanna- og fugladag. At hetta er komið í lag, man helst vera yrking faðirs (hann sipar til ”Tjaldur, ver vælkomið”) og Sverra Patursson fyri at takka.”

Sverri Patursson úr Kirkjubø, sum hann nevnir her, var bæði rithøvundur, journalistur og so mangt annað. Eisini var hann stórur fugla- og náttúruvinur, og tað var hann, sum undir krígnum, í 1943, heitti á Skótalið Sigmunds Brestissonar í Havn um at skipa fyri almennum grækarismessuhaldi. Á hesum fyrsta grækarismessuhaldi talaði Sverri Patursson um fuglalívið í Føroyum og serliga um tjaldrið. Síðani hevur á hvørjum ári verið grækarismessuhald í Havn. Og hesin siður varð skjótt tikin upp kring landið, og her hava skótarnir gingið á odda og verið óførir at skipa fyri. Og stóra tøkk eiga tit fyri tað!

Sverri Dahl nevndi eisini pápa sín, Jákup Dahl, og yrking hansara sum eina orsøk til, at grækarismessuhald varð fingið í lag – og her sipar hann til yrkingina ella sangin, sum allir føroyingar kenna:

Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim
frá ókendum, fjarskotnum londum!
Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,
at nú er brátt summar í hondum.

Hesin sangurin er yrktur í Vági um várið í 1907 og var prentaður í Tingakrossi 11. mars árið eftir, 1908, og hetta sama árið gjørdi Petur Alberg, sum jú eisini hevur gjørt lagið til tjóðsang okkara, Tú alfagra land mítt, lagið til henda sangin!

Og tá ið eg nú nevni sangin, so liggur tað mær á hjarta at koma inn á tað stóra sangríkidømi, sum vit eiga í Føroyum, ið er so inspirerað av natúruni, várinum og
flytifuglinum og ikki minst tjaldrinum.

Mikkjal á Ryggi sigur í síni framúrskarandi Fuglabók, sum kom út í 1951, har hann skrivar so nágreiniliga um tjaldrið, at ”fá eru tey ár, at ikki onkur yrking verður gjørd um grækarismessu – tjøldur – várkenslur”.

Og tá ið eg hugsi nærri um hetta, og vit hyggja m.a. í Songbók Føroya Fólks, so mugu vit undrast og fegnast um tann ómetaliga skatt, sang- og tónleikaskatt, ið er skaptur – serliga í byrjanini av og fyrru helvt av 1900-talinum – bæði orð og ikki minst løg, sum hava givið orðunum flog. Fosturlandsangir og sangir og sálmar, sum bera fram kærleika og tokka til heimlandið, fólkið og málið og natúrina – og lovprísan og tøkk til skaparan, sum hevur givið okkum alt hetta ríkidømi!

Og hugur mín reikar aftur til barnaárini í heimbygd míni, Fuglafirði, og eg hugsi um tann ríka sang- og sálmaskatt, vit í mínum ættarliði fingu lut í í kirkju- og samkomuhúsum og ikki minst í skúlanum, har tað vóru lærarar, sum løgdu stóran dent á at læra okkum sálmar og sangir. Og eitt satt ríkidømi er tað, tann arvurin, sum varð sungin niður í okkara barnasál! Hetta hevur fylgt mær alt lívið – og hevur ríkað hugflog, sál og sinni, kærleikan til fosturlandið og ikki minst tann málsliga ansin og eisini sansin fyri tí musikalska!

Havi mangan havt hetta frammi og roynt at mint á hetta, har sum eg havi verið, eisini í mínum politiska lívi: at vit og heldur ikki skúlin má sleppa hesum ríkidøminum, men halda á at røkja hann! Eri bangin fyri og havi havt varhuga av, at ikki allastaðni verður sungið so nógv – og eg hugsi eisini, at fjølmiðlarnir, serliga Kringvarpið, áttu at gjørt nógv meira við at miðla henda dýrgripin út til fólkið!

Ikki tí – nógv verður gjørt burtur úr tónleiki – men eg sakni mangan, at ikki nógv meir verður gjørt burtur úr at varðveita og dyrka hetta virðismikla føroyska gullið, sum innihaldsliga og málsliga hevjar seg langt upp um mangt av tí, sum er frammi í dag!

Petur Háberg sigur í Hugbirtingum sínum, at Gunnar Mohr í Havn nevndi hesa tíðina fyrst í 1900-talinum fyri Gulløldina, ungmannafelagstíðina, sum var sprottin úr tjóðskaparvekingini og fekk so ómetaliga stóran týdning fyri menningina av okkara samfelag og gjørdi eisini, at føroyskt mál fekk sín sjálvsagda rætt í Føroyum.

Petur Háberg fortelur eisini, at tá ið Jákup Dahl varð jarðaður (hann doyði á sínum 66. føðingardegi í 1944), tá talaði Jóannes Patursson á gravarbakkanum millum annað um, hvussu týdningarmikið tað er, at tað finnast menn, sum síggja hægri og longri enn fjøldin og kunnu vera við til at lyfta tjóðina eitt vet uppeftir og framá. Í hvørjum ættarliði.

Í hesum tíðarskeiði – fyrst í seinastu øld – sigur Petur Háberg, vóru tað sjáldsama nógvir menn – og kvinnur við, sum høvdu serstakar gávur og vóru lyft upp og borin fram av sterkum hugsjónum, og tey hava givið tjóðini virði, sum ikki eru til at meta – Gulløldin, sum Gunnar Mohr nevndi tað!

Tað, sum eg sjálvur minnist best við grækarismessudegi úr Fuglafirði frá mínum barnaárum, var, at skúlin altíð markeraði henda dagin! Seinasta tíma fyri døgurða stillaðu vit upp úti á skúlaplássinum, hvør flokkur í sítt rað. Og so sungu vit øll: ”Tjaldur ver vælkomið til okkum heim”, trý tey fyrstu og tvey tey seinastu ørindini, sum vit frammanundan høvdu lært uttanat! Síðan varð røða hildin, og í mong ár helt Herluf Berthelsen, okkara gamli lærari, eina røðu. Hann dugdi so væl at gera hetta livandi fyri okkum, at vit eins og tjaldrið skuldu vera trúføst og vera góð við land okkara. Hann minti okkum eisini á okkara tjóðskaparligu virði, ikki minst móðurmálið, sum vit áttu at fara væl um og røkja!

Og so sungu vit ”Vár við lýggjum vindi” – hesa perluna hjá Símun á Skarði, yrkt í 1904, og sum Jógvan Waagstein gjørdi sítt yndisliga lag til í 1907. Vit lærdu hetta uttanat, og hesar vøkru orðingarnar við síni lívgandi og listarligu myndatalu festu seg í minnið og sinnið:

Vár við lýggjum vindi,
leingi vart tú burtur tú.
Vár við lýggjum vindi,
ver vælkomið nú!

Kavafonnin grætur
sára um sítt hvíta lín.
Kavafonnin grætur,
syngur deyðsálm sín.

Sól í líðum skínur,
kínir blómur, kyssir tær.
Sól í líðum skínur,
gyllir torp og garð.

Vár við summarsvónum,
signað ver tú, sæla stund.
Vár við summarsvónum,
grøð tú sál og lund.

Eg byrjaði við at sitera fyrsta ørindi av sanginum hjá Mikkjal á Ryggi um tjaldrið, ”Aftur birtist lív á landi”. Í tí næsta versinum í hesum sanginum, sum Knút Olsen gjørdi livandi við sínum vakra lagi, setur Mikkjal tjaldrinum henda spurningin:

Hvat man teg úr pálmalondum
draga norð at kuldastrondum
manga túsundtala ár?

Og hetta er tann heilt stóri spurningurin og tað, sum menniskju altíð hava undrast so stórliga á!

Jeremias, profetur, sum livdi fyri einum 2500 árum síðan, sigur: ”Um tað so er storkurin undir himli, so veit hann tíðir sínar; og turtildúvan, svalan og tranin ansa eftir tíðini, tá ið tey skulu koma.”

Ja, hetta er sanniliga undranarvert við flytifuglinum – hví kemur hann, og hvussu ber tað til, at hann kemur júst somu tíð ár eftir ár, og hvussu klárar hann at flúgva so langt, ikki minst yvir tað víða havið í stormi og kulda – og hvussu ber tað til, at hann finnur vegin fram til hesar klettarnar langt, langt norði í Atlantshavi?

Tjaldrið ferðast niður til Bretlands, Írlands og nøkur til Fraklands, havi eg lisið. Tey flúgva 1000-tals kilometrar og raka aftur á Føroyar og leita til somu oyggj og sama reiður.

Og so er tað ternan, sum kemur um hálvan mai – tað er ótrúligt at lesa um tann fuglin, hvussu langt hann ferðast – úr Føroyum heilt suður til Suðurafrika og longri um veturin – og so norðaftur um summarið, her hon reiðrast og støðast í einar tríggjar, fýra mánaðir – ja, ternan flýgur heilt úr Grønlandi suður í Suðuríshavi og Antarktis og norður aftur!

Ja, vit mugu bara undrast á skaparverkið og taka undir við Dávidi, kongi, tá ið hann sigur í áttanda sálmi í Gamla Testamenti: ”Tá ið eg síggi himmal tín – verk fingra tína – mánan og stjørnurnar, ið tú hevur gjørt, hvat er tá menniskjað, at tú kemur tað í hug, menniskjabarnið, at tú tekur tær av tí!”

Ismar Joensen, skald, úr Fuglafirði, yrkti á ungum aldri eina yrking, hann nevnir ”Á grækarismessu”, og henni skal eg enda við.

Fyrsta vers ljóðar soleiðis:

Sólin brandar hav og land,
tó á foldum kuldi ræður,
men nú leingist vársins dagur,
og um mýru, eyr og sand
hoyrist tjaldrið snjallan láta,
tað til landa kom í dag
um hitt váta
víða, langa Ægis vað.

Og so nevnir hann heimlandsalskin og longsilin, sum dregur tjaldrið heim aftur á klettarnar:

Føðilandsins dýrd so fríð
leiðir tað til landa higar.
Meira heimlandsalskur vigar
enn at loyvast alla tíð
burturi á fjarum leiðum,
har sum alt so fremmant er.
Men á heiðum
kennir tað seg heima her.

Sigi tykkum takk fyri høvið at siga nøkur orð, skótum, borgarstjóra og Runavíkar kommunu – og ikki minst hornorkestrinum, sum altíð setur sín dám á slíkar týðandi dagar. Stóra tøkk fyri!

Ynski okkum øllum eitt gott vár og summar og Guds signing og varðveitslu – og vóni og biði eftir, at tjaldrið, sum ber okkum boð um ein ljósari dag, eisini skal koma við boðum um, at henda farsótttin, sum í dag fyri júst einum ári síðani, tá ið eg skuldi halda hesa røðuna, brádliga steðgaði okkum øllum – at hon nú fer at fána og hvørva.

Og so skal eg enda við tí seinasta versinum í yrkingini hjá Ismari Joensen, har hann sigur:

Tjaldrið, ver vælkomið her,
tú bert boð um ljósar løtur,
og tín ljómur yvir fløtur
ljóst og kátt mítt sinni ger.
Tú bert boð um sælan sóma
fyri Føroya land og tjóð,
og vit hóma várlig tekin,
ljós og góð.

Takk fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo