Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur júst svarað spurningi um hvør er í einum bólki sum skal gera tilmæli um MR-skannaran til Klaksvíkar sjúkrahús.
Margit Stórá sigur, at varastjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsi sleppur við í bólkin, og eisini varastjórin á Landssjúkrahúsinum.
Landsstýriskvinnan upplýsti eisini, at tað er ikki landsstýriskvinnan, sum hevur sett bólkin, men sjúkrahúsini.
Margit Stórá ráddi eisini til, at málið um MR-skannaran til Klaksvíkar ikki verður gjørt til eitt lokalpolitiskt mál.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo