Heimsmeistarin frá 2018 og nú miðbakkurin hjá Manchester United, Raphaël Varane, hevur leikt sín seinasta dyst á franska landsliðnum.
- At umboða mítt flotta land í tíggju ár hevur verið ein av størstu heiðursløtunum í mínum lívi. Hvørjaferð eg fór í bláu blusuna, merkti eg ein ovurhonds stoltleika, skrivar United-stjørnan millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo