Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Áheitan á limir í Føroya Keypssamtøku um at møta á ársfundi í kvøld – týskvøldið 10. mars 2020 kl. 19.30 - at taka stig til, at okkara FK-handil heldur fram.

Hin 3. febr. 2020 varð á uppslagi í FK-handli okkara – Bartalsstovu í Sandavági – boðað frá, at handilin lat aftur hin 29. febr. 2020.

Grundað á stutta skotbráið var ikki gjørligt hjá okkum limum saman við deildarstjóra og starvsfólki at finna eina loysn fyri framhaldi av handlinum.

Hóast áheitan frá uml. 250 limum/viðskiftafólkum um at lata handilin halda fram, varð handilin latin aftur.

Handilin hevur nú verið afturlatin eina viku og stórur saknur er í honum!

Tað er tó at fegnast um, at handilin framvegis stendur á heimasíðuni hjá FK eins og í FK-blaðnum og vindeyganum í handlinum, at alt innbúgv framvegis er í handlinum og at leigumálið framvegis stendur við – so vónin um, at handilin heldur fram, livir enn.

Eftir at greitt var, at grundarlagið fyri afturlating var burturdottið (sí viðheftu áheitan, ið varð latin Føroya Keypssamtøku, áðrenn latið varð aftur), varð uppskot sent ársfundinum at lata handilin uppaftur.

Hin 11. febr. 2020 heitti Føroya Keypssamtøka í lýsing viðv. ársfundunum á okkum limir um at møta við orðingunum: “har avgerðirnar verða tiknar”, “nýtið tykkara rætt” og “samanhald gevur styrki”.

Vit eru eins og nógvir aðrir limir í Føroya Keypssamtøku so púra samd í hesum útsagnum – men má hetta vísast í verki!

Vit fara at heita á tykkum limir, ið taka undir við, at Bartalsstova skal halda fram, um at møta á ársfundinum í kvøld - týskvøldið 10. mars 2020 kl. 19.30 - á Fiskastykkinum og atkvøða fyri, at okkara handil og vit fáa ein kjans afturat.

Maria Jacobsen                 Tórhallur Simonsen
limur í FK síðan 1997        limur í FK síðan 1982

Innilig áheitan á Føroya Keypssamtøku
Hin 3. febr. 2020 varð boðað frá, at grundarlag ikki longur var fyri at reka FK-handilin í Sandavági víðari á ein lønandi hátt, og at handilin tískil letur aftur hin 29. febr. 2020. Hetta var ein stórur og óvæntaður hvøkkur fyri okkum limir, ið samhaldsfast eiga Føroya Keypssamtøku – og harmast vit almikið.

Ein minni bygdarhandil hevur sjálvsagt ikki møguleika at hava sama úrval sum ein stórur handilsbygningur, tí hava nógv viðskiftafólk keypt flestu stórkeyp í handlinum í Miðvági og tey smærru í Sandavági og hava harvið stuðlað samlaðu eindini – FK Vágar. Summi hava enntá keypt stórkeypini í FK Hoyvík, tí eisini hesi keyp hava stuðlað okkara felags limasamtøku – Føroya Keypssamtøku.

Okkum er upplýst, at handlarnir í Miðvági og Sandavági hava havt felags roknskap. Ikki fyrr enn nú – tá FK boðar frá, at tá hugt verður eftir roknskapinum hjá handlinum í Sandavági fyri seg, ber handilin seg ikki – varnast vit viðskiftafólk, at vit við okkara keypsmynstri ótilvitað hava viðvirkað til hesa sera óhepnu støðu fyri okkum limir og okkara limahandil í Sandavági.

Umfatandi nýíløgur eru gjørdar í handlinum í Sandavági seinastu tíðina. Handilin er við hesum neyðugu tillagingum vorðin nútimansgjørdur og vælvirkandi. At hesar íløgur hava kostað er ivaleyst og tí er sera stórt spell, at handilin – nú hann er brynjaður til framtíðina – ikki skal fáa møguleika at menna seg.

Sagt er, at høvuðsorsøkin til, at handilin í Sandavági ikki framyvir kundi væntast at geva lønandi virksemi, vóru øktar útreiðslur í samband við, at Føroya Keypssamtøka hin 1. mars 2020 ætlandi skuldi fara yvir til nýggja kassaskipan. Við nýggju skipanini fór ikki framhaldandi at bera til at reka handlarnar í Miðvági og Sandavági sum eina eind. Handilin í Sandavági mátti framyvir rekast sum ein sjálvstøðug eind.

Síðan fráboðanina um afturlating, er kassaskipanin útsett til í heyst. Leigumálið fyri hølið í Bartalsstovu gongur ikki út fyrr enn í august mánaða. Grundarlagið fyri afturlating er tí burtur og FK Vágar kann tí – í hvussu er fyribils – halda fram óbroytt við tveimum limahandlum í deildini. Tí er eingin orsøk at lata aftur NÚ.

Vit eru góð við OKKARA FK-handil og vilja ikki missa hann.

Vit heita inniliga á FK um at vísa okkum limum tað álit og virðing at taka aftur ella útseta ætlaðu afturlatingina, so leingi sum leigumálið heldur fram, soleiðis at limir, deildarstjóri og starvsfólk í felag kunnu finna eina samhaldsfasta loysn fyri handilin í Sandavági – eisini framyvir.

Vit vilja FK – vil FK okkum?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo