Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Pisurøða hjá Sjúrður Skaale fyri studentum og HF'arum úr Hoydølum 22. juni 2017 

"Eg vildi heldur verið deyður enn framvegis sungið Satisfaction tá eg eri 45".

Tað segði forsangarin í Rolling Stones í 1975. Tá hann var 32 ára gamal, og hevði sungið sítt stóra hitt í 10 ár.

Tí hann skrivaði sangin, tá hann var 22.

Í næsta mánað fyllir Mick Jagger 74. Og vita tit, hvat hann framvegis syngur?

"I can't get no Satisfaction."

Tað, sum hann skapti tá hann var 22 - tað endaði við at blíva hansara lív.

Tá sangurin Eros kom út var Terji Rasmussen 20. Sunnudagin fylti hann 51. Og vita tit hvussu tað framvegis ljóðar, tá hann er úti og spælir?

"Vilt tú ikki sita her" ... Eros.

Tá eg sjálvur var fyrst í 20'unum royndi eg at gera skemt.

Nú eri eg 50. Og vita tit hvat fólk kalla meg tann dag í dag? Esmar Eysturoy ella Kári Cool ella Símin Tindfjall - ella okkurt fjórða ella fimta frá teirri tíðini.

Tað, sum eg gjørdi í 20’unum bleiv mín samleiki.

Nú standa tit á gáttini til 20'ini.

Og trúgvið mær: Tað, tit fara at gera næstu árini - tað fer eisini at definera tykkara lív og stýra tí, sum tit gera restina av tykkara døgum.

Hurðar í lívsins slotti
Lívið er eitt veldugt slott. Nú standa tit í einum stórum rúmi við óendaliga nógvum hurðum. Men hvørja ferð tit fara gjøgnum eina hurð, koma tit inn í eitt minni rúm við færri hurðum. Og sum tit ganga gjøgnum slottið verða hurðarnar færri og færri - inntil bara ein er eftir. Tit vita hvør hurð tað er.

Tá tit velja eina hurð, kunnu tit næstan aldrin bakka og velja umaftur. Lívsins slott er sum ein trakt; sum ein rúsa. Mann kann bara ganga fram.

Tí er týdningarmikið at fara gjøgnum tær røttu hurðarnar longu nú – í 20’unum.

Ein hurð er útbúgving. Ein er starv. Ein er maki. Ein er hvar tit skulu búgva. Tit mugu velja – og tá tit fara gjøgnum eina hurð latast 100 aðrar aftur.

Og tað er ikki bara galdandi fyri tað ítøkiliga. Tey lívsvirði og tær meiningar, sum tit taka til tykkum komandi árini - tey verða í mongum førum tykkara fyri lívið, og fara at skapa tykkum sum persónar.

Tá vatn byrjar at renna niður av einum fjalli, fer tað allar møguligar vegir. Eitt sindur her, eitt sindur har.

Men so við og við savnast vatnið í áir, og áirnar grava seg longur og longur niður i fjallið - inntil vatnið bara kann renna gjøgnum tær.

Akkurát soleiðis er tað við tonkum í høvdinum.

Sum ungur er mann opin fyri øllum møguligum - vatnið kann renna nógvar vegir niður av fjallinum.

Men so við og við læsist alt fast. Slóðir koma í heilan, og til síðst fara tankarnir av sær sjálvum sama veg í dag, sum teir fóru í gjár. Okkara lívsvirði, hugburður, meiningar, átrúnaður - tað blívur alt næstan sum ein partur av okkara kroppi.

Tit kunnu royna at fáa ein 60 ára gamlan mann at endurskoða sína politisku ella religiøsu sannføring. Tað ber ikki til. Hann varð ikki føddur við sínum sannføringum, og einaferð var hann opin fyri øllum. Men tá mann er 60 eru áirnar í høvdinum djúpar.

Tað eru tey komandi árini, at tit skulu gera av, hvønn veg vatnið skal renna.

Tað er komandi árini, at tit skulu skriva tykkara Satisfaction.

Og tað kunnu til bara gera sjálv. Tað er tykkara lív, tykkara virði, tykkara ætlanir, tykkara dreymar.

So tað er ringt at geva tykkum ráð. Og tó!

Eg kann geva tykkum tey ráð, at tit skulu halda fast í, at tað nettupp ERU tykkara lív og virði og ætlanir og dreymar.

At tit skulu fara ígjøgnum tær hurðar í lívsins slotti, sum tit sjálv, í hjartanum, halda vera tær røttu fyri tykkum.

Tað ljóðar einfalt - men tað er nokkso ringt.

Fólk, sum vilja hava tykkum at meina sum tey, gera sum tey og skipa tykkara lív sum tey - tey toga í tykkum.

Altjóða ídnaðurin vil hava tykkum at halda, at um tit ikki keypa hetta og hatta og hitt, so eru tit uttanfyri, so eru tit kiksað.

Á tí økinum er trýstið á tykkum størri, enn tað hevur verið á nakað annað ættarlið. Globaliseringin hevur gjørt, at milliónir av samlibondum surra um allan heimin. Tey mala skjótari og skjótari, har eru fleiri og fleiri vørur á - og kassarnir, sum vørurnar skulu í, eru tit. Tit mugu standa við endan og gapa um alt, sum kemur móti tykkum.

Tí verða tit konstant bombarderað við reklamum sum siga, at tit mugu eiga hesa krukkuna og hasa telefonina og so hina krukkuna og hesa telefonina og so henda bilin og hatta sjónvarpið og so hatta sjónvarpið og henda bilin og tit mugu tjena meir og meir fyri at kunnu keypa alt - tí bara soleiðis blíva tit lukkulig.

Vissi tit vilja vera líka sum hini, mugu tit keypa tað, sum ger tykkum líka. Vissi tit vilja vera serlig og øðrvísi, so mugu tit keypa tað, sum ger tykkum serlig og øðrvísi.

At samleikin hjá fólki verður skaptur av tí, sum tey keypa og brúka, kallast konsumisma.

Tað er ringt at standa ímóti henni, men vissi tit vilja hava ræði á tykkara egna lívi, so mugu tit ið hvussu er royna at vera tilvitað um, at tey val tit gera, veruliga eru tykkara val.

Kanska kundu tit spurt tykkum sjálv um mann yvirhøvur kann keypa sær ein persónligan samleika. Um mann kann keypa seg glaðan. Um ríkidømi er tað sama sum pengar og ting.

Og tit kundu farið víðari og spurt, um mann yvirhøvur hevur nakra meining sjálvur, vissi mann ókritiskt tekur við meiningunum hjá øðrum. 

At ganga sínar egnu leiðir er ikki lætt. Hurðarnar, tit tá skulu ígjøgnum, eru trongar og ringar at fáa upp.

Men tit verða best nøgd við tykkara lív, vissi tit um nøkur ár hava vissuna um, at tit so ella so hava valt og skapt tykkara egnu tilveru.

Og jú meira tað krevur, jú betri er kenslan um tit tora at halda fast við tykkara virði og mál.

Tey, sum gera tað, flyta mørkini í samfelagnum. Og teirra avgerandi eginleiki er ikki at tey gera síni egnu val, men at tey standa við tey, tá leiðin verður ring at ganga.

Øll óttast tað, sum er ókent og trupult. Men summi vinna á sínum egna ótta. 

Rumble in the jungle
Ein tann kendasta ítróttarhending í farnu øld kallaðist The Rumble In The Jungle. Tað var dysturin um heimseistaraheitið í boksing í 1974 millum tungvektararnar Muhammad Ali og George Foreman í Kinshasa í Zaire - núverandini Congo - í Afrika.

George Foreman var heimsmeistari, og hann var stórfavorittur at vinna.

Hansara styrki - var sjálv styrkin. Armarnir vóru sum lyktapelar. Men hann var ikki bara sterkari enn Ali.

Hann var eisini størri. Og hann var 25 ár - Ali var 32.

Ali sá skjótt, at hann ongan kjans hevði at vinna úti á gólvinum, so hann fór út í ringhornið og lenaði seg móti bondunum, har tey tungu, hørðu sløgini frá Foreman regnaðu oman yvir hann - men hann vardi høvdið við ørmunum, sum ein skjaldbøka verjir sín kropp við skelini.

Foreman sló og sló - og Ali østi hann upp við argandi at siga: "Tey hava sagt mær at tú dugir at sláa, Foreman. Er hatta veruliga alt tú hevur í tær? Kom nú! Kom nú, Foreman!"

Taktikkurin hjá Ali var bæði at øsa og at pøsa tann sterka mótstøðumannin. Hann visti at hevði hann tol og kláraði hann standa ímóti trýstinum - so kom kjansurin fyrr ella seinni.

Og í áttandi umgangi var Foreman var so lúgvaður av at royna at knúsa skjalbøkuna, sum hann hevði frammanfyri sær, at hann í eitt sekund var gáloysin og ikki vardi andlitið.

Tað var alt, Ali hevði tørv á.

Hann gav Foreman eina røð av sløgum, heimsmeistarin boygdi seg framyvir fyri at verja seg, men við einum vinstrahondsslagi fekk Ali sent andlitið upp í rætta støðu, áðrenn hann við høgru neva gav risanum tað syngjandi dreparaslagið, sum sendi hann í gólvið, og sendi Ali upp á heimsins boksitrónu.

Hann vann altso ikki tí hann var sterkari, men tí hann kláraði at standa ímóti. Tí hann hevði tol. Tí hann trúði uppá seg sjálvan. Tí hann noktaði at geva upp.

Fyri nøkrum vikum síðani - 25. mai - vóru fleiri tykkara helst í Gundadali, tá B36 og HB spældu hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypi.

Í ein heilan tíma spældi B36 við níggju monnum móti 11.

Og tað minti nógv um at síggja Muhammad Ali í 1974.

B36'ararnir kundu ikki bjóða av í opnum spæli, men vórðu trýstir inn í egnan 16 metur, og máttu sum frægast royna at verja fyri álopunum, ið skolaðu inn yvir teir sum tsunami aldur.

Teir takklaðu. Teir blokkeraðu. Teir lossaðu bóltin niðan á miðjuna. Ella út til innkast. Ella út til horna. Við níggju verjuspælarum gjørdu teir seg til eina skjalbøku við tjúkkari, harðari skel.

Inntil HB - sum George Foreman í '74 - gjørdi eitt mistak, og Róaldur Jacobsen gav teimum knock-out slagið. Ikki við høgra neva, sum Ali, men við høgra fóti.

B36 vann tí teir kláraðu at standa móti trýstinum. Tí teir høvdu tol. Tí teir ikki góvu upp. Tí teir bíðaðu eftir sínum kjansi.

Varðveit hjarta títt
Ofta vinnur tann sterkasti. Men viðhvørt vinnur tann, sum ikki fellur í fátt, men stendur ímóti og heldur út.

Og tað er galdandi fyri annað enn ítrótt.

Fyri hálvum fjórða árið síðani doyði ein tann størsti frælsisstríðsmaðurin í søguni: Nelson Mandela.

Ein stóran part av sínum lívi varð hann jagstraður, eyðmýktur, og viðfarin sum eitt dýr. Í 27 ár sat hann í einum ræðuligum fongsli.

Men til endans sigraðu hann og hansara felagar. Ein mannvond politisk skipan - apartheid - bleiv tikin av, og milliónir blivu sett í frælsi.

Nelson Mandela sigraði tí hann ikki gav upp. Tí hann stóð ímóti trýstinum. Tí at hann, uttan mun til hvør prísurin var, ikki slepti trúnni á tað, sum hann helt vera rætt.

Eitt orðatak í Bíbliuni sigur: "Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!"

Gjøgnum øll tey tungu árini varðveitti Mandela sítt hjarta. Hann gjørdi sítt lív til eitt træ, sum vaks úr teimum virðum, hann bar í hjartanum. Soleiðis kundi hann møta hatri við kærleika og soleiðis kundi hann halda dreymin um frælsi brennandi.

Skrivið tykkara egna sang
Tit eru fødd inn í eitt frælst samfelag. Nelson Mandelasa endamál er tykkara fortreyt.

Tykkara spurningur er, hvat frælsið skal brúkast til.

Tit kunnu velja at gera sum reklamurnar biðja tykkum, og standa við endan á ídnaðarsamlibandinum og gapa um so nógv sum tit klára. Arbeiða og keypa; arbeiða og keypa.

Tit kunnu eisini adoptera allar tær meiningar, sum eru rundan um tykkum.

Ella kunnu tit royna at varðveita hjarta tykkara fram um alt, sum varðveitt verður. Tað er ein trengri hurð at fara ígjøgnum, tí at liva í samsvari við tað rætta er ikki lætt fyri tað, um samfelagið er frælst.

Sum Paulus sigur í sínum brævi til rómverjar: "hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg".

Hetta kenna øll aftur - men eg vóni at tit royna at miðja eftir tí, sum tit halda vera rætt.

Eg vóni eisini, at tit leggja í tað samfelag, tit arva, og eru tilvitað um ta ábyrgd tað er, at vera borgari í tí.

Hagtølini fyri kriminalitet siga, at Føroyar helst eru tryggasta land í heiminum. Vit hava helst størri sjálvræði - og harvið størri ábyrgd - enn nakað annað samfelag við somu stødd. Munurin millum tey, sum fíggjarliga eru ovast og tey, sum eru niðast, er framvegis minni enn aðrastaðni.

Men hava vit ikki tilvitaðar borgarar, sum ansa eftir øllum hesum, so missa vit tað.

Og tit ávirka ikki bara samfelagið við at blíva stjórar ella leiðarar Tann, sum varðveitir hjarta sítt, livir sambært sínum virðum og førir fram síni sjónarmið í púra vanligum samrøðum, hann ávirkar samfelagið.

Eitt dømi um tað er tað stóra virðisstríðið millum liberalar og konservativar kreftir, sum hevur broytt hugburðin í Føroyum sera nógv farnu árini.

Tær formligu politisku avgerðirnar í stríðnum eru tiknar í Løgtinginum.

Men tað er ikki har, politikkurin er skaptur. Hann er skaptur í óendaliga nógvum samrøðum millum púra vanlig fólk.

Muhammad Ali og B36 vunnu; Foreman og HB taptu. Soleiðis er ítróttur. Og hóast politikkur viðhvørt bara kann hava eitt vinnaralið og eitt taparalið, so kann samrøðan sum oftast leiða okkum til eitt stað, har vit øll kunnu finna okkum til rættis.

Men tað krevur, at so nógv sum gjørligt eru við í samrøðuni og gjøgnum orð og gerðir lata onnur fáa lut í tí, sum tey varðveita í sínum hjarta.

So farið nú inn ígjøgnum tær hurðarnar í lívins slotti, sum tit halda vera tær røttu fyri tykkum.

Skrivið tykkara egna Satisfaction. 

Tí sí - so verða tit nøgd.

Hjartaliga tillukku øll somul – og havið nú eitt gott summar :)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo