Á middegi hevði KVF tíðindini um at fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin John Petersen er deyður, men er tað so alneyðugt at koma við eini lygn í tí sambandinum?
Tað eru eisini fleiri sum hava reagerað á Facebook viðvíkjandi skeivu tíðindunum sum KVF bar.
Í innslagnum segði útvarpskvinnan orðarætt: ... "áðrenn hann fór frá í 1998, tá hann fekk ein fongsulsdóm."
Men hetta er ikki satt.
John Petersen fór frá sum fiskimálaráðharri, tá ið hann var skuldsettur.
Vit føroyingar eru kendir fyri at samsyrgja við teimum sum hava mist, og eiga vit at varðveita hesa dygd og hetta eyðkennið og hesa virðing.
ólavur
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo