Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sálarfrøðingar eru til reiðar at taka ímóti tí ringast hugsandi í Ísrael, uppundir vápnahvíldina, sum skuldi byrja klokkan 8 í morgun okkara tíð, men av óvissum ávum er útsett eitt samdøgur av Ísrael. Sostatt mugu tey avvarðandi framvegis liva í óvissuni.

Ein teirra er Maayan Zin sum er mamma 15 ára gomlu Dafnu og 8 ára gomlu Elu, sum báðar vórðu tiknar gíslar av Hamas 7. oktobur (myndin).

Ein stór avbjóðing er, at ongin kennir støðuna hjá gíslunum, sum uttan iva hava brúk fyri sálarligari hjálp tá teir verða leyslætnir.

Við New York Times sigur ísraelski læknin Hagai Levine, at gíslarnir helst vita lítið ella onki um støðuna í miðeystri beint nú, harundir eisini hvussu álvarslig hendingin tann 7. oktobur var.

- Fleiri av børnunum hava kanska mist alla familjuna, tí hon varð myrd av Hamas, hvussu hjálpa vit teimum, vísir hann á. 

Sambært avtaluni fer Hamas at leysgeva 50 av teimum 240 gíslunum afturfyri vápnahvíld í 4 dagar og 150 palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo