Met høg bruttutjóðarúrtøka (BTÚ) pr. íbúgva og alsamt vaksandi.
Fallandi arbeiðsluttøkan hjá teim eldru fær ongan ans frá Landsstýrinum – hetta er ein avbjóðing sum eigur at takast í størsta álvara við at avtaka mótrokningina!
Føðitíttleikin er fallandi, men vit hava hægsta føðitíttleika í Evropa, eitt vet undir 2,1 markið, sum er avgerandi fyri at tryggja javnvág millum unga og eldra ættarliðið.
Burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) fellur seinastu 2-3 árini – er talan um serligt frávik, ella ein tendensur?
Arbeiðsloysi er so gott sum onki og arbeiðsmarknaðurin rópar eftir fleiri hondum!
Heimsmet í arbeiðsluttøku hjá teim eldru, men ein fallandi tendensur seinastu 4 árini hóast arbeiðsmarknaðurin rópar neyðarróp eftir fleiri hondum. Hetta fær tó ongan ans frá Landsstýrinum.
Pensjónsaldurin er ein av heimsins hægstu og hevur verið tað í nógv ár.
Føðitíttleiki og burðaravlop hava alstóran týdning, men hví ger Landsstýrið onki við orsøkina til fallandi arbeiðsluttøkuna hjá teim eldru?
Í fólkapýramiduni síggja vit eitt stórt skrall í aldursbólkinum 20-29 ár, ein sera stór útrás og størsti bólkurin er konufólk. Hetta hevur álvarsligar ringvirkningar í samfelagnum, so her er ein avbjóðing sum Landsstýrið eigur at taka í størsta álvara beinanvegin!
Robert Vilhelmsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo