Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya Óðalsfelag: Ónøgdin er sera stór við uppskotið hjá Umhvørvismálaráðnum til nýggja náttúruverndarlóg. 

Mongu kritisku hoyringsskjølini, í samband við viðgerðina í Rættarnevndini, boða ikki júst frá góðum fyrireikandi lógararbeiði Mál (logting.fo) 

Eisini landbúnaðurin harmast stórliga um uppskotið, og bæði Óðalsfelagið og Bóndafelagið hava í fleiri umførum ávarað staðiliga móti avleiðingunum, um hendan "norska" lógin verður samtykt á Løgtingi.

Ein kanning, sum Føroya Óðalsfelag hevur lagt fyri Løgtingsins rættarnevnd staðfestir mongu vansarnar og veikleikarnar við uppskotinum, men gevur eisini nøkur uppbyggjandi boð uppá, hvat kann gerast fyri at betra uppskotið.

Kanningin og tilmælini kunnu lesast her:

Kritisk kanning og konstruktiv tilmæli | Føroya Óðalsfelag (odalsfelag.fo)

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo