Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sí myndir her

BRAGDIÐ: Fleiri enn 500 fólk runnu ella gingu Atlantic Airways Tórshavn Marathon sunnudagin. Okkurt um 100 fólk runnu 1/1 marathon, eini 300 runnu ella gingu ½ og restin rann 5 ella 10 km runt í býnum. Nógvir útlendingar vóru við í renningini, og tey komu úr 30 ymiskum londum. Fyrireikararnir siga at tað er stórt, at tey nú endiliga kundu halda hesa stóru renniveitslu í Havn, nú korona í 2 ár á rað, gjørdi at tey máttu avlýsa.

Renniveðrið var hampiligt. Tað var skíggjað og einar 10-12 m/sek av vestri. Eina løtu regnaði eisini. Men tá tú rennur í Føroyum er hetta tað, sum kann væntast. Fleiri rennarar úr øðrum londum eru bergtiknir av júst hesum, at veðrið er so skiftandi og at tú veruliga merkir náttúruna á rennitúrinum.

Tað er ítróttafelagið Bragdið, sum skipar fyri Tórshavn Marathon, sum eisini er Føroya einasta marathon, og nógv arbeiði liggur aftanfyri eitt so stórt tiltak. Forkvinna í Bragdinum, Ann Thomsen sigur, at tey hava fingið ómetaliga stóra hjálp frá limunum í Bragdinum og øðrum við, og uttan hesa sjálvbodnu hjálp, var ikki gjørligt at stápla eitt so stórt tiltak á beinini. Fleiri enn 100 fólk hava staðið vakt runt á rutuni, onnur hava sett máløkið og vatnpostar upp. Ein arbeiðsbólkur hjá Bragdinum hevur í næstan eitt ár arbeitt við hesum stóra tiltaki. Ann Thomsen sigur, at tey eru væl nøgd við dagin, og at alt hevur gingið sera væl. Okkurt kann tó gerast betri næsta ár, men tað eru smálutir.

Atlantic Airways Tórshavn Marathon er eisini eitt stuðulstiltak. Tá fólk meldaðu til tiltakið, kundu tey lata stuðul. Stuðulin verður býttur í 3 eins stórar partar til Alzheimerfelagið, Parkinsonfelagið og Heilafelagið. Limir í hesum feløgum hava eisini hjálpt til við vaktarhaldinum sunnudagin.

4 árið á rað var tað týskarin Raoul Jankowski sum vann. Raoul rann marathon teinin á 2 tímar 35 min og 11 sek. Hetta er 1 minutt skjótari enn hann rann í 2019. Hetta er samstundis rutumet. LM Electric letur 3000,-kr til tann, sum setir rutumet og aftur hesa ferð fór Raou avstað við tí. Hjá kvinnunum vann belgiska Astrid Van Cleef við tíðini 3:22:20. Rutumetið hjá kvinnum er 3:09:16, sum Helena Javornik út Slovenia setti í 2018.

Á ½ marathon teininum vann hjá monnum Bjarki Johannesen úr Roysninum við tíðini 1:18:47, og hjá kvinnum vann danska Mette Egelund Julin við tíðini 1:47:59.

Øll komu á mál í øllum góðum og blivu fagnað á Vaglinum.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo