Ein vanlukka sum hendi í einum kolanámi har suðri í Iran hevur kostað minst 51 fólkum lívið. 20 fólk hava fingið skaða, men tað er óvist, hvussu nógv fólk enn eru í náminum, deyð ella livandi. Sagt verður, at í minsta lagi 24 eru ikki komin aftur í aftur.
Talan er um eitt sera stórt kolanám sum fevnir um eitt øki áleið 30.000 ferkilometrar stórt, skrivar BBC.
Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, hevur lýst sína samkenslu við teimum avvarðandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo