![WWL22 HD Onlineavdu kan](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/c/f/csm_WWL22_HD_Onlineavdu__kan_a7859fc3eb.png)
![WWL22 HD Onlineavdu kan](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/c/f/csm_WWL22_HD_Onlineavdu__kan_a7859fc3eb.png)
Í ár verður Alheimslistin 2022 hjá Open Doors – eisini nevndur World Watch List - lagdur fram beinleiðis á Facebook og YouTube mikudagin 19. januar kl. 17.00.
Alheimslistin varpar ljós á tey 50 londini, ið tað er vandamiklast at vera kristin. Open Doors almannakunnger listan á hvørjum ári.
Á skránni verður:
- Framløga av alheimslistanum 2022.
- Hugt verður eftir londum, ið kristin uppliva størstu forfylgingina.
- Innlit í rakið, sum hevur merkt atsóknina av kristnum seinasta árið.
Um tú hevur hug at fylgja við, ber til at síggja almannakunngerðina á Facebook síðuni hjá Open Doors Føroyum ella á YouTube. Framløgan verður mikukvøldið kl. 17:00.
Link til stroymingina: www.youtube.com/watch
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo