Leingi hevur verið lítið at sæð til barnasjúkuna meslingar í Vesturheiminum.
Men nú ávarar Heims Heilsustovnurin (WHO) um at barnasjúkan ger um seg aftur í Europa, sambært The Guardian.
– Ikki einans øktist talið 30 ferðir, men tað vóru eisini nærri 21.000 sjúkrahúsinnleggingar og fimm doyðu av messlingum, sigur WHO í gjár.
Bretland er eitt av londunum í Europa sum er meinast rakt, og bretskir myndugleikar umtala útbrotið sum ein «nasjonal heilsuhending».
– Hetta er ørkymlandi, sigur Hans Kluge, europastjóri í WHO, skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo