Undir eini tímalangari samrøðu við The New York Times noktaði republikanska varaforseta valevnið, J. D. Vance, fimm ferðir at siga, um hann heldur, at fyrrverandi forsetin Donald Trump tapti valið í 2020, skrivar TV 2.
- Heldur tú, at hann tapti valið í 2020? spurdi journalisturin, Lulu Garcia-Navarro, undir samrøðuni.
- Eg haldi, at Donald Trump og eg báðir hava sett fleiri spurningar við valið í 2020, men vit eru fokuseraðir upp á framtíðina, svaraði Vance, sum minnir ikki sørt um svar hansara undir varaforsetakjakinum.
Tá ið journalisturin at enda spurdi sama spurning fyri fimtu ferð, segði Vance, at Garcia-Navarro "endurtók eitt slagorð ístaðin fyri at hava áhuga í, hvat eg sigi."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo