Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Heilsufrøðiliga starvsstovan verður hálovað fyri arbeiði, tey kanska kundu havt gjørt, men ikki hava gjørt. Thetis verður ákært fyri ov stóra inntøku.

Og so sigur deildarleiðarin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at tey hava keypt eina maskinu til PCR kanningar á jólum í fjør – Til hvat?

Hví gloymdi journalisturin at spyrja – Til hvat?

Vit gera skundkanningar hereftir.

Hasin maðurin skuldi verið uppsagdur fyri at hava keypt eina skeiva maskinu, tvey ár ov seint.

Samstundis verður eitt privat norskt firma NCC hálovað fyri at hava gjørt eitt arbeiði, sum Landsverk kundi havt gjørt fyri hálvan prís – og 4 ferðir so langa tíð.

Tað veit Guð, nú mugu tit taka tykkum saman í sjónvarpinum.

Umboðið fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna sigur sum er. At gera eina PCR kanning kostar 200 kr. Ja, nettup – also eigur prísurin hjá tí privata at vera 200 * 2,1 (Kostprísur + Dækningsbidrag) = 420 kr.

Thetis hevur gjørt kanningar fyri 390 kr, tað vil siga, at Thetis hevur eitt ov lágt dækningsbidrag 1,95.

Tað dugur journalisturin ikki at rokna, ella hevur ikki skil fyri. Kennir journalisturin munin millum inntøku og yvirskot?

Heilsufrøðiliga starvsstovan kundi ikki havt gjørt alt arbeiði við PCR kanningum í Føroyum.

Orsøkin er tann, at tey, sum arbeiða hjá tí almenna kunnu ikki arbeiða í døgndrift, so sum hjá Thetis.

Tað almenna kann bert arbeiða frá nine to five.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ikki gjørt podingar á flogvøllinum – Tað hevur Thetis.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ikki arbeitt í døgndrift, tey seinastu tvey árini. Tað hevur Thetis.

Thetis hevur gjørt alt arbeiði við at gera podingar, og meginpartin av arbeiðinum við at gera greiningar.

Starvsfólkið hjá Thetis fær fulla løn, og fult gjalt fyri náttar- og vikuskiftisarbeiði. Thetis hevur givið svar eftir 4 tímum. Tað er óhoyrt í danska ríkinum.

Starvsstovan hevur givið svar eftir 24 tímum. Hvat kann tað brúkast til?

Hví fór sjónvarpið ikki eftir leiðsluni hjá NCC og spurdi hvat tey fáa í løn, ella spurdi um normenninir gjalda skatt í Føroyum.

Hvat er yvirskotið hjá NCC?

Ein journalistur skal skriva tað hann skilur, og skilja tað hann skrivar. 

Magni E. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo