Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað harmar meg at noyðast at taka hetta stig, tí tá eg síggi hvørji bjóða seg fram, eru fleiri sum mær dámar væl.

Men tíverri kann eg ikki velja nøkur av teimum, tí tey stilla upp fyri flokkar, sum reka ein skeivan politikk.

Tá kvinnur og menn komu saman í tinghúsinum annan dag jóla 1888 var tað fyri at fáa føroyingar at standa saman fyri at teir skuldu gerast sjálvbjargnir.

Endamálið var at byggja upp eitt kappingarført vinnulív soleiðis at vit ikki høvdu brúk fyri donskum stuðli.

Nú í allahalguni 2022 hava dugnaligu landsmenn okkara rokkið hesum máli. Framleiðslan er fyri hvønn íbúgva sambært búskaparrráðnum størri enn í Danmark.

Men eingin av teimum flokkum, sum stilla upp til val nú, vilja sjálvir vera uttan danskan stuðul.

Hjá flokkunum snýr valstríðið seg um at fáa pengar frá donsku skattgjaldaranum tí teir ikki duga at reka ta fyritøku, sum ein flokkur er. Hallið verður goldið við donskum pengum.

Hevði eg farið á fólkatingsval var tað fyrsta sum hendi við míni atkvøðu, at danska innanríkisráðið fekk boð um, at hon taldi við á einum av listunum, sum høvdu stillað upp. Síðan skrivaði innanríkisráðið bræv til listarnar við meir enn 1000 atkvøðum, at teir kundu søkja um at fáa 33 krónur fyri mína atkvøðu hvørt ár komandi fýra árini ella 132 krónur tilsamans, sum danski staturin mína vegna kundi panta vegarbeiðsmenninar í Jútlandi fyri. Mín føroyski flokkur skal bert upplýsa donsku ráðharrastovuni eitt kontunummar og so koma pengarnir fyri mína atkvøðu bóltandi inn á kontu floksins.

Tá árið er farið, verður flokkurin aftur spurdur, um hann framvegis vil hava tær 33 krónurnar, sum eg havi útvegað honum. Nú er tó ein treyt, at flokkurin skal lata inn ein roknskap so tað ber til hjá ríkisgrannskoðanini at síggja at upphæddin veruliga er nýtt á tann hátt, sum lógin ásetur. Hetta er ikki hissini eftirlit, og dømi eru um í Danmark, at oddamenn í flokkunum eru dømdir tí lógin er brotin.

Slíkar danskar lógir verða vanliga sendar til heimastýrið, sum so svarar, um tað heldur at hon skal setast í gildi í Føroyum. Men henda lóg er ongantíð send føroyska heimastýrinum til hoyringar og er tí ikki galdandi í Føroyum. Hetta gera føroysku flokkarnir sær dælt. Ein og hvør sum kennir nakað til bókhald og roknskap veit, at ein grannskoðari fær ótrúliga nógv at vita tá hann kannar roknskapir. Tey sum starvast hjá ríkisgrannskoðarnum kanna hvørja tægr í teimum donsku politisku flokkunum fyri at fáa vissu fyri, at veitingin ikki er nýtt til nakað, sum ikki hóvar danska statsvaldinum. Men føroysku flokkarnir upplýsa bara at øll upphæddin er nýtt til politiskt virksemi, so ríkisgrannskoðanin hevur ongan møguleika at kanna nakað sum helst. Fyri føroysku flokkarnar eru hesar 33 krónurnar fyri mína atkvøðu tí eitt sjálvtøkuborð.

Vit kunnu vóna at floksleiðslunar eru erligar, men uttan nakað óheft eftirlit veit eingin nakað við vissu.

Her er talan um at eg við míni atkvøðu komi til at geva einum flokki 33 krónur um árið sum donsku skattgjaldararnir hava lagt rygg til. Men um so er, at mín atkvøða ger at ein flokkur fær eitt umboð, er sanniliga annar glymur dansur. Tí hetta umboð fær løn og nógvar frynsugóðar. Fyri eitt fýra ára skeið snýr tað seg um millum tíggju og tjúgu milliónir krónur. Fólkarættarliga hevur danska stjórnin yvirhøvur ikki heimild til at gjalda hesa upphædd til føroysku umboðini. Tá vit í hesum døgum síggja hvussu annars normal fólk leika í fyri at fáa sínum lista sess á fólkatingi, er vert at minnast til, at tey spæla hesa komediu fyri at vinna sínum flokki henda stóra gekkin.

Men hví hevur kongsríkið Danmark yvirhøvur eitt fólkating?

Tað hendi tí donsku skattaborgararnir kravdu at teir skuldu sleppa at velja tey, sum løgdu skatt á. Hildu veljararnir, at skattirnir vóru ov høgir, ella at teir vóru nýttir við ongum skili, kundu hesir umboðsmenn verða skiftir út.Danmarkar ríki hevur traktatir við onnur lond sum áseta mark Danmarkar.

Í 1380 arvaði Danmarkar kongur Noregs ríki soleiðis at hesi ríkini høvdu sama kong, sum skuldi ansa eftir at markið teirra millum ikki varð broytt. Stórir partar av Noregs ríki eru avreiddir til onnur lond síðan 1380, men framvegis er tað altjóða mark galdandi, sum tá varð sett Danmarkar og Føroya millum.

Eins og vit hava okkara grundlóg hevur Danmark sína. Hon sigur í fyrstu grein, at hon er galdandi fyri Danmarkar ríki. Hon er ikki grundlóg fyri Føroyar, tí Føroyar og Danmark hava ongantíð g jørt nakran sáttmála um at markið millum Danmark og Føroyar skal leggjast niður, so at Føroyar eru vorðnar ein partur av Danmarkar ríki. Í 1450 gjørdu vit hin vegin ein sambandssáttmála, har ásett var at vit vóru javnlíkar við sama kongi, og at Danmark ikki skuldi leggja seg upp í okkara viðurskifti, og at vit ikki skuldu leggja okkum upp í donsk innanríkismál.

Hesin sambandssáttmáli er eisini ein marknasáttmáli, sum sambært fólkarættin er galdandi í óavmarkaða tíð.

Hetta vil siga, at eins og Danmark hevur ein ríkiskassa, sum danating ræður yvir, hava vit okkara egna ríkiskassa, sum vit kalla landskassa. Danating ger av, hvat inntøkur ríkisins kunnu nýtast til, og hvussu tær skulu fáast til vega. Hjá okkum hevur løgingið sama lutverk. Danir velja umboðsmenn til fólkatingið sum ansar eftir ríkiskassanum, og vit velja umboðsmenn til løgtingið, sum hevur sama setning landskassanum viðvíkjandi.

Við heimastýrisskipanini góðkendu danir enn einaferð hesa mannagongd, og í henni er fólkarættarligt ikki rúm fyri at vit skulu hava umboð á danatingi, sum skal áleggja dønum skatt.

Hóast hetta kravdu danir, at vit skulu hava umboð á fólkatingi, sum var við til at leggja skatt á danir, og hesir skattir skuldu ikki krevjast av veljarunum hjá fólkatingsmonnunum fyri Føroyar.

Danir hava alla ábyrgdina av hesum fólkarættarbroti, sum hevur havt sera
álvarsligar avleiðingar fyri okkum. Eitt nú er tað óhugsandi at danir í 90-inum høvdu kunna rikið 14.000 føroyingar av landinum sum flóttar, um teir ikki tá høvdu lønt teimum fólkatingsmonnum, vit høvdu valt, fyri at hjálpa sær. Sama skilið var í fimmtiárunum.

Hvat er til ráð at taka?

Sum skipanin er seta vit tveir fólkatingsmenn á danating av tí at danir vilja fáa teir hagar at gera okkum skaða. Aftur fyri tað illa teir gera okkum krevja danir skatt av sínum borgarum at geva teimum pengar. Teir ætlaðu upprunaliga at fáa okkum at gjalda hesa løn, men okkara forfedrar sóu beinanvegin at her var nakað sum ikki var okkum til gagn, og tí noyddust danir sjálvir at gjalda løn teirra fyri yvirhøvur at fáa nøkur umboð at koma á flatlandsting at virka har í andsøgn við fólkarættin.

Nú eru upphæddirnar fyri at fáa føroysku flokkarnar at virka til gagn fyri donsk áhugamál so ørandi, at maður fer av húsi at nápa tær donsku skattakrónurnar, sum stjórnin egnir við.

At hetta er tann syndarliga støðan kom greitt fram, tá allir uppstillandi flokkar fingu spurningin um teir fóru at siga nei takk til at taka við donskum skattapengum um vit valdu teir á danating. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin eru fullsamdir um, at teirra umboð á danatingi skal taka við løn, sum verður pantað frá arbeiðsmonnunum í Jútlandi.

Eg eri rættiliga skelkaður av at ikki ein einasti flokkur í Føroyum, sum bjóðar seg fram til hetta fólkatingsval, dugir at síggja at henda umboðan er so skaðilig fyri okkum, at tað einasta rætta er at stilla upp og boða veljarunum frá, at flokkurin ikki vil hava klovið oyra frá dønum, um hann vinnur sess á valinum.

Hevði nakar flokkur boðað frá hesum, hevði hann fingið mína atkvøðu.

Av tí at eingin er sum tað glógvar í, er hjá mær ikki annað at gera enn at sita heima ella lata inn ein blankan seðil.

Men einki hevði glett meg meir enn at onkur av teimum flokkum, sum nú biðja um atkvøður, kom fram á torg og bað Føroya fólk um fyrigeving fyri tann skaða, hann higartil hevur gjørt okkum við at taka við donsku pengunum, og segði at hann ikki longur tók við einum einasta donskum oyra um vit valdu hann á danating.

So hevði eg ekkaleysur kunna farið á val allahalgunaaftan, tí so hevði mín atkvøða ikki verið til skaða, men til mikið gagn.

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo