Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Her er valskráin hjá Borgaralistanum í Vágum.

Valskrá Borgaralistans

Fíggjarviðurskifti
Kommunan hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur, m.a. í skúla og ellisheim. Hetta vóru bráfeingis og neyðugar íløgur, sum fara at geva borgarum okkara betri tænastu og trivnað. Men hetta hevur eisini ført við sær, at kommunan hevur høgt skattaprosent og er tyngd av stórari skuld; upp ímóti einari álíkning.

Havandi í huga at rentustøðið er lágt og búskaparligu tíðirnar góðar, er sera umráðandi, at skuldin hjá kommununi verður minkað, so at rásarúmið hjá kommununi framyvir gerst betri. Í longdini fer skuldarminkingin at føra til, at meira peningur verður til at tæna borgaranum, og skatturin kann lækka.
Stór lán viðføra altíð størri óvissu, og hetta ynskja vit at minka um við at niðurgjalda skuld.

Vinnan skal á breddan
Vága Kommuna skal vera besti samstarvsfelagin hjá vinnuni. Borgaralistin vil, at aftur skal íverksetarahugurin blóma í bygdum okkara.

- Kommunan skal hava serstaka vinnunevnd.
- Kommunan skal útvega skrivstovupláss og ráðgeving til íverksetarar.
- Kunnandi tilfar um vinnuøkini, havnalagið og aðrar møguleikar í kommununi skal framleiðast og marknaðarføring gerast her, um alt landið og altjóða.
- Vinnunevndin skal skipa vinnuting í Vága Kommunu.
- Arbeiðir hjá kommununi skulu bjóðast út soleiðis, at okkara egnu hava bestu møguleikar at bjóða.
- Tunnilsgjaldið skal burtur, so tunnilin ikki er kappingaravlagandi fyri fyritøkur okkara.
- Kannast skal, um møguleiki er fyri at avseta landbúnaðarøki til matvøruframleiðslu.

Vágar - ferðavinnuhøvuðsstaður Føroya
Størstu møguleikarnir til nýggja vinnu eru í ferðavinnuni. Vit vilja, at Vágar skal vera ferðavinnumiðstaðurin í Føroyum við nýhugsan og slóðbrótandi tilboðum og útbúgvingarmøguleikum.

Aðalmálið er, at vinnan skal skipast betri, so avkastið verður størri.

- Ferðaleiðaraskúli skal skipast.
- Ferðavinnuskúli skal setast á stovn.
- Í samstarvi við hagar skal krav setast um ferðaleiðara til ferðafólk í náttúruni.
- Kunningarstova skal aftur vera í kommununi fyri at styrkja samstarvið við ferðavinnuna.
- Leiðreglur skulu gerast um verju og varðveitslu av fornminnum, søgu og søguligum plássum.
- Atkomumøguleikar og skelting til Kálvalíð og onnur ferðavinnumál skulu betrast.
- Havnarlagið við bátahylin skal skipast sum marina.
- Fleiri faldarar skulu gerast um søguligar gongutúrar.
- Summarhús-økið skal marknaðarførast.
- Ferðavinnudagar skulu á dagskránna.
- Tilbúgvingin skal endurskoðast við vaksandi talinum av ferðandi í huga.

Sjálvbodnir felagsskapir
Felagslívið er sálin í kommununi, og Borgaralistin ynskir at stimbra ítróttar-, mentanar- og átrúnaðarfeløgum til framvegis at spæla sín týdningarmikla lut í nærumhvørvinum.

- Vit vilja økja stuðulin til arbeiðið og menning av sjálvbodnu felagsskapunum.

- Kommunan skal aktivt stuðla leiðslunum fyri at tryggja, at eldsálirnar ikki brenna ljósið í báðum endum og brenna út ov tíðliga.

Børn
Vit skulu hava tey bestu dagtilboðini til børnini. Børnini eru okkara framtíð og skulu hava tær bestu umstøðurnar. Vit vilja veita eina góða mennandi tænastu til øll okkara børn, har spæligleði,
felagsskapur og umsorgan eru grundarsteinurin í tænastuni.

- Frítíðarskúlin skal víðkast upp til og við 3. flokk.
- Nøgdsemiskanning skal gerast í samstarvi við foreldraráðini.
- Spælistova skal vera til tey børn, ið ikki brúka verandi dagtilboð.

Ungdómur
Vága kommuna skal vera ein býur, har ungdómurin stórtrívist. Vit mugu tó staðfesta, at rúsevnir hava fingið fastatøkur, og hesum ynskja vit at fara í hernað ímóti.

- Stórt og drúgt átak skal skipast móti rúsevnismisnýtslu í samstarvi við sjálvboðin, skúla, barnagarð, SSP, løgreglu, aðrar myndugleikar o.o.

- Ungdómshúsið skal endurskoðast.

- Ungdómshús skal eisini vera í Miðvági og letur upp í gomlu kommunuskrivstovuni í seinnu hálvu av 2017.

- Ungdómsráð skal stovnast við umboðum úr sjálvbodnu felagsskapunum. Fyrsta nevndin skal veljast í 2017.

Skúli og útbúgving
Vit hava ein væl riknan skúla við sera dugnaligum starvsfólki. Borgaralistin ynskir, at útbúgvingartilboðini í kommununi skulu framhaldandi mennast og víðkast.

- Spælipláss til yngru næmingarnar skal gerast í skúlagarðinum.
- Felagsøkið til eldru næmingarnar skal gerast uttandura á Giljanesi.
- 2. byggistig á Skúlanum á Giljanesi skal projekterast í komandi valskeiði.
- Hølir við samskiftisútgerð skulu útvegast til fjarlestur til hægri lesnað.
- Vit skulu økja um kvøldskúlatilboðið í møguligum samstarvi við grannakommunur.
- Bókasavnstilboðið skal endurskoðast og økjast.
- Allir flokkar skulu hava svimjing, og avtala skal gerast við grannakommunurnar um leigu av svimjihøll.

Okkara eldru
Eldru ættarliðini hava lagt lunnar undir okkara bygdir, og vit heysta fruktirnar í dag. Vit skulu veita tey bestu tilboðini við umsorgan og kærleika til tey eldru, so at tey fáa ein góðan aldurdóm.

- Vitjanartænasta heima og á ellisheiminum skal setast í verk í samstarvi við Reyða Kross og sjálvboðin í kommununi.
- Dagtilhaldið fyri heimabúgvandi eldri í hølunum í barnagarðinum skal varðveitast.
- Fjølbroyttir møguleikar sum Ivans hús skulu mennast og víðkast.

Ferðslutrygd
Skúlabørn og vaksin til gongu eru í stórum vanda á veg til og frá skúla, og ferðslan koyrir til tíðir sera illa rundan um skúlarnar.

- Nýggj farleið verður gjørd, ið sambindur Kálvalíðvegin, Nesavegin, Skúlan á Giljanesi, Sýnina, Húsanesvegin og nýggja útstykking.
- Íbinding verður gjørd í rundkoyring á landsvegnum. Við at flyta ferðsluna verður trýstið minkað munandi.
- Gongugøta skal gerast av Heiðum til skúlan á Giljanesi, umvegis Tvørgarð.
- Gongugøta skal gerast frá Skúlanum á Giljanesi norður í Sarpar.
- Gongubreyt skal gerðast fram við Torvgøtu í Vatnsoyrum.

Tilflyting
Mong, ið skulu seta búgv, velja Vága Kommunu sum sítt nýggja heim. Vit ynskja, at Vága Kommuna skal vera besta staðið at flyta til.

- Kommunan skal veita 6 mánaða grundstykkisgaranti.
- Útstykking skal gerast undir Nesavegnum í sambandi við gerð av nýggju høvuðsfarleiðini.
- Vælkomupakki við kunning um tænastur og møguleikar í kommununi skal gerast.
- Tilfar til marknaðarføring av besta staðnum at flyta til skal gerast.

Integratión
Vit hava eina økta tilflyting av útlendingum, sum ríka samfelag okkara. Tilflytarar koma við førleikum, virðum og mentan, sum vit eiga at virða og fáa gagn og gleði av.

- Kommunurnar skulu orða ein integratiónspolitikk fyri oynna í samstarvi við umboð fyri tilflytararnar.
- Hond skal takast um børnini, sum flyta frá útlondunum til okkara, har vit taka væl ímóti teimum, so tey mennast málsliga.
- Sambinding skal skipast í samstarvi við Reyða Kross.
- Átøk skulu skipast, so børn hjá útlendingum læra føroyskt fyri skúlaaldur.
- Kvøldskúlasamstarv skal gerast við Sørvágs Kommunu um undirvísing í føroyskum fyri útlendingar.

Burðardygg menning
Umhvørvisætlan skal orðast fyri kommununa. Ítøkilig innsatsøkir verða vald út at arbeiða við. Tey átøk, sum verða nevnd í ætlanini, skal kommunan saman við øðrum ábyrgdarum binda seg til at gera og seta pening av til. Millum annað er talan um:

- Vetrarfriðing.
- Drekkivatn.
- Kloakk/spillvatn.
- Dálking av náttúru.
- Skaðadjóraoyðing.
- Grønur roknskapur.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo