Ein riðil av børnum og foreldrum stóðu í langari bíðirøð uttan fyri Reinsaríið seinnapartin, tá ið fyrstu børnini vóru skrivað inn í forskúla og í fyrsta flokk í Tórshavnar kommunu.
Mett verður, at oman fyri 200 børn eru skrivað inn í fyrsta flokk og smá 50 til forskúlarnar.
Innskrivingin heldur fram í Reinsarínum í morgin frá kl. 15 til 18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo