Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fróðskaparsetrið: Havnin hevur ónýttar møguleikar til at gerast ein góður lestrarbýur við nógv fleiri lesandi, sum geva sítt virðismikla íkast til samfelagið. Og eisini fær Havnin við komandi atlimaskapi Føroya í europeiska Erasmus+ gyltan møguleika at blíva ein spennandi altjóða universitetsbýur.

Men hvussu kann hetta fremjast í verki, og hvat skal til fyri at seta ferð á hesa menningina av høvuðsstaðnum?

Og hvussu kann Fróðskaparsetrið við nýggju samstarvsavtaluni við Kommunufelagið hjálpa kommununum við at fáa dygdarbetri og burðardyggari tænastur til borgararnar?

Hetta verða høvuðsevnini á stórum politiskum valfundi í Kongshøll mikudagin 30. oktober klokkan 15.

Øll eru hjartaliga vælkomin á valfundin, sum eisini verður stroymdur.

Valevnini við pallborðið eru hesi:

Sambandsflokkurin:

Halla Herdalur Poulsen,

Petur Frank Jákupsson Holm

Tjóðveldi:

Bergdís Ester Gísladóttir Jensen

Jan Klein Olsen

Javnaðarflokkurin:

Milia Egilsnes Anda 

Kristianna Winther Poulsen

Miðflokkurin:

Rani A. Skaalum

Jens Knudsen

Borgaralistin:

Katrina í Geil

Jóhan E. Simonsen

Framsókn:

Súsanna Olsen

Sjúrður Zachariasson

Fólkaflokkurin:

Annfinn Hjelm

Birita Lamhauge Jóansdottir

Kommunulistin:

Malan á Dunga

Hans Petur í Brekkunum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo