Stemmuboksing á Glasi: Í dag var tiltakið Stemmuboksing á Glasi. Hetta var eitt pallborðskjak millum politisku flokkarnir, har bæði ein royndur politikari (næstan allir formennirnir) og ein ungdómspolitikari luttóku, fyri at kjakast um fosturtøku og bústaðarmøguleikar!
Fólkaflokkurin stóð seg best í spurninginum um bústaðarmøguleikar á kjakfundinum, og hevði størstu framgongdina frá áðrenn og aftaná.
Áðrenn kjafundin fekk Fólkaflokkurin 16,60 prosent og aftaná kjakfundin 24,18 prosent, ella ein framgongd á 7,58 prosent.
TAL AV ATKVØÐUM Í KANNINGUNUM:
“Hvønn flokk hevði tú valt, um tú skuldi valt júst nú - áðrenn kjakfundin” - 494 atkvøður
“Hvør flokkur heldur tú stóð seg best í kjakinum um fosturtøku” - 199 atkvøður
“Hvør flokkur heldur tú stóð seg best í kjakinum um bústaðarmøguleikar” 127 atkvøður
“Hvønn flokk hevði tú valt, um tú skuldi valt júst nú - aftaná kjakfundin” - 153 atkvøður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo