Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Depilin fyri Heilsu- og almannagransking hevur í vikuni hildið ph.d.-skeið í epidemiologi. Heitið á skeiðinum var "Basic principles of epidemiology", og 15 phd-lesandi umframt aðrir granskarar hava luttikið.

Undirvísarar á skeiðnum vóru Sjúrður Fróði Olsen, sum er yvirlækni á Statens Serum Institut og adjungeraður professari á Harvard School of Public Health og Marin Strøm, lektari í Heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum.

Skeiðið gav 3 ECTS point, og varð fyriskipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetrið. Hetta var tað fyrsta av slíkum skeiðum, ið Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking heldur.

Yvirlækni, ph.d. og adjungeraður lektari á Fróðskaparsetrinum, Shahin Gaini, var stigtakari og ábyrgdari av skeiðnum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo