Fitt av fólki var komið saman til Mikkjalskvøldið í missiónshúsinum í Sørvági týskvøldið.
Sangurin gekk avbera væl undir leiðslu av góðum forsangarum, Holgari Johannesen á klaver og Una Svabo á bassinum.
Tað vóru allar samkomurnar í Vágum, ið skipaðu fyri tiltakinum. Eitt úrval av sálmum Mikkjals á Ryggi vóru sungnir við stuttum hugleiðïngum ímillum sálmarnar. Hjúnini Selma og Tórður Johannesen framførdu vakra sálmin ”Um tú vilt gleði vinna, søk ei til hægsta sal”
Alt í alt eitt væleydnað tiltak.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo