Skúlablaðið: Í morgun var úrslitið av PISA-kanningini 2018 løgd fram.
Sjálvt um kanningin í lesiførleikum greitt vísir afturgongd, hava vit megnað at lyfta niðasta bólkin á PISA-stiganum. Eingir næmingar eru endaðir á teimum niðastu stigunum, t.e. 1c og undir 1c, og Føroyar liggja undir OECD í 1b. Á stigi 1a liggja Føroyar yvir OECD, og tá ið vit koma til til stig 2, liggja Føroyar yvir OECD-miðal.
Í mun til miðal í PISA 2018 liggja Føroyar 32 stig undir PISA-miðal í lesing (487 stig); vit liggja millum Grikkaland (457 stig) og Kili (452 stig) á stiganum.
Høvuðsevnið í PISA-kanningini í 2018 var lesing. Fyri fyrstu ferð vóru tekstirnir talgildir og uppgávusniðið og uppgávuspurningarnir vóru øðrvísi settir saman. Fokus var í størri mun á meting, greining, dýpdarlesing, keldukritikki og útlegging av bæði einum og fleiri tekstum og tekstasløgum. Neyðugt var at flyta ímillum tekstir á telduskíggjanum og at rulla niður í tekstinum, tí allur teksturin kundi ikki rúmast á eini skíggjasíðu. Henda broyting tykist at hava verið orsøk til afturgongd í lesing í nógvum londum.
Hvat víðari kanning og gransking fer at siga um henda spurning, mugu vit bíða eftir, men broytt uppgávusniðgáva, metingargrundarlag og metingarhættir kunnu vera orsøk til afturgongdina hjá nógvum av teimum londum, sum luttóku í PISA. Í Føroyum var týðilig afturgongd í næmingaavrikum í ymsu krøvunum til lesilitterasi, eins og tøl greitt vísa, at vantandi lesiførleikar eisini hava ávirkan á, hvussu næmingar klára seg í støddfrøði og náttúruvísindum.
Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo