Nú Atlantic Airways og Smyril Line eftir vegleiðing frá Visit Faroe Islands brúka stuðulin til ferðavinnuna at lata donskum pensjónistum og heilsustarvsfólki, so er teimum eisini hepnast í samráð við føroysku heilsumyndugleikarnar at broyta strongu smittureglurnar.
Danskir og føroyskir myndugleikar hava í fleiri mánaðir ávarað um, hvussu avgerandi atferðin hjá vaksineraðum kann vera.
Men nú er alt broytt – føroysku heilsumyndugleikarnir kunngerða nú, at frá 1. apríl sleppa tey, sum eru liðugt vaksinerað, og tað eru 8 dagar síðan seinna prikið, undan tilmælinum um 6 daga sóttarhald.
Samstundis sita føroyskir yvirlæknar í sjónvarpinum við gráturødd og boða frá, at vaksinerað einsvæl kunnu bera smittu sum onnur.
Hetta verður nú kveistrað av borðinum og vaksineraðir danir kunnu nú trokast saman í Kastrup, fylla seg við brasilianskari ella suðurafrikanskari smittu, fyri tveir tímar seinni at spáka út av flogvøllinum og luttaka í gerandislívinum uttan sóttarhald.
Ókeypis annan vegin – goldið av føroyska skattgjaldaranum, sum situr í fongsli í egnum landi.
Gamaní skulu tey taka eina roynd, men hon vísir sjálvandi onki, tey eru jú vaksinerað.
Men tey kunnu bera smittuna við sær kortini á so mangan annan hátt.
Sera ónøgdur skattgjaldari
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo