Tað, sum nú krevst, er solidaritetur, ikki egocentriskur sjálvdráttur.
Føroyar, sum ongan enn hava mist til Coronu, MUGU bíða til ólukkulig og illa skjølaði lond við tíggjutúsindum av mistum fólki, avgjørt mugu sleppa fremst í vaccinu-køina.
Tað klæðir ikki føroyingum at royna at útvega sær ein snarveg fram um tey, sum eru beinleiðis neyðstødd.
Hví skal man luska sær til framíhjárættindi, meðan størri lond bløða?
Belgia, Ungarn, Tjekkía, Spania og Ongland eru serliga hart rakt.
Tey SKULLU bjargast allarfyrst.
Alt annað er sjálvsøkni og óhóskandi egoisma, sum verður søgulig skomm fyri bæði Føroyar og Ísland.
Hví skullu vit hava so lítla empati og vera SO nalvaskoðandi?
Soleiðis misbrúkar man ikki diplomati.
Virgar T Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo