Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Framleiðslan av laksafóðuri á fóðurdeildini hjá Havsbrún í Fuglafirði, hevur higartil í stórstan mun verið framleitt til innlendis alibrúk.

Útflutningurin hevur verið ein minni partur í mun til tað annars stóru fóðurframleiðsluna á virkinum hesi seinastu 30 árini.

Nú í eina tíð hevur útflutningurin verið vaksandi og tær seinastu vikurnar, hevur hann rættiliga tikið dik á seg. Nýliga keypta skipið hjá Navigare í Runavík (Hav Alda), hevur nú í 2 mánaðir verið í fastari sigling ímillum Fuglafjørð og alibrúk í Skotlandi. Skipið kann lasta 2400 tons av alifóðuri.

Í fyrsta lagi haldi eg, at hetta er sera áhugavert, tá hugsað verður um, at her er talan um eina útflutningsvøru, sum óivað hevur stórar vakstrarmøguleikar fyri framman.

Áhugavert er tað eisini, at ein lutvísur stórur partur av fóðursamansetingini er fiskamjøl og fiskalýsi, ið stavar frá tí føroyska fiskatilfeinginum, fiskað av føroyskum skipum, og avreitt til eitt føroyskt virki, sum síðani útflytir sína lidnu vøru á føroyskum kjøli út til onnur lond.

Í triðja lagi er tað eisini áhugavert at síggja, at tað sum hendir nú, er í samsvari við tær ætlanirnar og tær vantaninar, sum lógu til grund fyri at vit, í Fuglafjarðar býráðið tann 27. august í fjør, góvu Havsbrún tað seinasta av fleiri loyvum. Hesi loyvini vóru ein neyðug fyritreyt fyri at farast kundi í holt við nógv ta stórstu einstøku verkætlanina í Fuglafjarða søgu, áljóðandi 500 mió. krónur.

Verkætlanin miðar ímóti, fyrst og fremst, at økja um framleiðsluna, og tað serliga á fóðurdeildini. Somuleiðis er leingjanin av fóðurbryggjuni á 70 metrar, sum fyrsta byggistig í eini stórri havnaútbygging, komin væl áleiðis.

Vissuliga, um Gud vil og alt gongur sum ætlað komandi árini, kann hetta gerast eitt sjónligt og munagott íkast í tí samlaða føroyska útflutninginum og harvið geva eitt gott klípi til ein sjálvberandi føroyskan búskap.

Nú eg umtali fiskavirkið Havsbrún, vil eg fegin nýta høvið, at geva tykkum, ið arbeiða har eitt herðaklapp.

Vit hoyra oftari neiliga umtalu, tá um Havsbrún ræður, um lugt og larm, osfr., men eitt er sikkurt og vist, at raskari og effektivari fólk skal man leita longi eftir.

Havsbrún hevur í alt eina árliga framleiðslu, ella umsetning, ið táttast í 1,5 mia. krónur = 1500 mió. krónur. Í almenna roknskapinum hjá Havsbrún fyri ár 2020, verður eisini upplýst, at 96 starvsfólk arbeiða á virkinum.

Sostatt stendur hvørt starvsfólki fyri áleið 15 mió. krónum hvør. Hetta man helst líkjast einum meti av einumhvørjum slag. Tillukku til tykkum øll og góðan byr framyvir.

Fuglafjarðar havn kemur eisini at nýta gott av eini vaksandi skipaferðslu og harvið einum vaksnadi vøruflutningi.

Øll skip, ið koma inn í havnina, lata havnagjald. Leggja tey til bryggju, lata tey brúgvagjald, og verður vøra uppskipað ella innskipað yvir bryggjukantin, skal vørugjald latast.

Samanlagt kann hetta at fara at gera góðan mun í Fuglafjarðar havnakassa.

Sigurð S. Simonsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo