Tey Radikalu fara eisini at atkvøða fyri uppskotinum hjá donsku stjórinin, sum ætlar at avtaka dýra biðidag sum heiligdag í Danmark.
Tað hevur flokkurin, sum sjálvur áður hevur havt líknandi uppskot frammi, nú boðað frá.
Uppskotið skal til atkvøðugreiðslu við triðju viðgerð týsdagin.
Tað hevur verið alt annað enn breið undirtøka fyri uppskotinum í samfelagnum sum heild, ikki minst tí partarnir á arbeiðsmarknaðinum kenna seg forbígingnar. Men nú Tey Radikalu hava boðað frá, at tey eisini taka undir við uppskotinum, tykist meirilutin at vera greiður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo