Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Løðing av el-bilum

Spurningar:
1. Í hvønn mun metir landsstýrismaðurin, at infrakervið til løðing av el-bilum er nøktandi til verandi og komandi eftirspurning á økinum?

2. Hevur landsstýrismaðurin í hyggju at fremja ítøkilig átøk fyri at betra um møguleikan hjá teimum, sum ikki eiga ein matrikul, at løða bilin annaðhvørt við einari heimaløðistøð onkursvegna ella fyri ein kostnað, sum samsvarar meira við kostnaðin á heimaløðistøð?

Viðmerkingar:
Ein týdningarmikil partur av veðurlagspolitikkinum, sum varð samtyktur í fjør, er, at bilaferðsla verður skipað við varandi orku. Ymisk átøk eru nevnd, og nøkur eru sett í verk, millum annað mvg-afturbering og avsláttur í skrásetingargjaldi av elog vetnisbilum.

Tað tykist sum, at skipanin við heimaløðistøðum riggar lutfalsliga væl, og at tað í øllum førum í stóran mun er rímiliga góð atgongd til løðistøðir, so leingi tað snýr seg um, at borgarar við heimaløðistøð í undantaksføri ikki hava møguleika at brúka heimaløðistøðina. Men tað eru eisini stórar avbjóðingar, um tú ikki eigur tín egna matrikul. Fatanin er, at tey allarflestu, sum búgva til leigu í Føroyum, ikki hava atgongd til eina løðistøð. Hetta er í andsøgn við orðingarnar í veðurlagspolitikkinum, har sagt verður: ”Umráðandi er, at brúkarar kunnu løða bilin heima ella tætt við bústaðin.”

Samstundis er greitt, at kostnaðurin at løða bilin er hægst, um tú brúkar eina løðistøð úti í býnum, men hetta er einasti møguleikin, um tú hevur ein el-bil, men ikki hevur møguleika fyri einari heimaløðistøð.

Tað ber sjálvandi til at heita á allar partar um at gera sítt, men tað tykist sum, at onkur má taka ábyrgdina av at fáa hetta framt, og tá landið hevur samtykt veðurlagspolitikkin, er spurningurin, um landið ikki eisini má taka ein part av ábyrgdini av at fremja hann og tryggja, at úrslitini raka sosialt rætt.

Sum støðan er í løtuni, sær tað út til, at tað er ein stórur og vaksandi partur av Føroya fólki, sum orsakað av infrakervinum til løðing av el-bilum hava skerdan møguleika at vera partur av orkuskiftinum.

Á Løgtingi, 30. mars 2023
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo