Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu tíðina hava innbrot verið næstan hvørja nátt serliga í miðbýnum. Og næstan hvørt vikuskifti eru harðskapsmál at lesa í politirapportini.

Einki er at ivast í, at málið um at seta vakmyndatól má aftur á skrá. Og staðfestast kann, at  vakmyndatól hava virka fyribyrgjandi og er við til at uppklára lógarbrot.

Semja er millum løgreglu og kommunu um, at vit eiga at seta upp vakmyndatól á ávísum støðum í býnum. Hetta er ein effektivur máti at steðga brotsmálum.

Men landsstýrismaðurin í lógarmálum Bjarni Kárason Petersen er ímóti, sjálvt um tað hevur við sær, at tað eru tey óseku offrini, sum verða revsað.

Tað má verða soleiðis, at fólk kunnu ganga og búgva trygt í býnum. Vit kunnu ikki blíva við at verja brotsfólkið við áhaldandi at nokta vakmyndatólum.

Vakmyndatól er góð fyribyrging, og hóast vit fáa vakmyndatól, so eiga vanlig hampafólk ikki at hava nakað at óttast.

Vakmyndatólini gera seg ikki inn á privatar matriklar. Týdningarmiklast er, at løgreglan skal hava loyvi frá dómarunum at hyggja at upptøkum frá støðum, har brotsverk eru framd.

Tað má kunna bera til hjá landsstýrismaðurin í lógamálum at broyta hugsan, og eg fari at heita á landsstýrismannin um at avgreiða hetta mál sum skjótast. Eisini hann hevur skyldu til at taka støðuna og royndirnar við vakmyndatólum í álvara.

Vakmyndatól fyribyrgja og hjálpa til við at uppklára mál um harðskap og brotsverk, sum vit serliga uppliva í náttarlívinum, so eigur tað sjálvandi eisini at vera møguligt at seta vakmyndatólini upp, uttan at tað gongur útyvir rættartrygdina hjá borgarunum.

Hetta eigur landsstýrismaðurin at avgreiða beinanvegin.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo