Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vágs Kommuna samtykti herfyri fíggjarætlanina fyri 2023. Harí eru avsettar 150.000 krónur til sálarfrøðiliga hjálp.

- Í Suðuroynni er eingin sálarfrøðingur í fulltíðarstarvi innan kommunala økið, og hettar hevur staðið uppá í nøkur ár. Børn og ung noyðast til Havnar at fáa sær hjálp, sum er, og eisini koma sálarfrøðingar suður. Hetta serliga innan barnaverndarøkið. Og tað er slett eingin hjálp at heinta til bráðfeingis støður. Okur mugu hava hjálp á staðnum, sigur Levi Mørk, býráðslimur hjá Vágs Kommunu.

Tað er stórur trupulleiki á skúla-, barna- og á ungdómsøkinum, har nógv børn og ung detta niður ímillum, og skipanin millum land og kommunu haltar. Ætlanin við hesari skipan er at veita akutta og sálarfrøðiliga hjálp, har tørvurin er størstur; serliga er hendan skipan ætlað børnum og ungum í Vági.

Møguleiki er eisini fyri, at henda skipan kann verða ein hjálpandi hond innanhýsis fyri starvsfólk hjá Vágs Kommunu, um tørvur er á tí.

- Nú eru okur komin so langt, og hetta fer at lætta um hjá nógvum, sigur Levi Mørk, býráðslimur.

Hettar er annars eitt mál, sum eisini var eitt ynski undir seinastu býráðssetu, men nú er komið á mál. Í næstum verður nágreinliga farið til verka, hvussu skipanin skal setast í verk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo