Tunnil: Í samband við at arbeitt verður í Vágatunlinum næstu vikurnar, verður tunnilin stongdur fyri ferðslu um næturnar frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22.00 til 06.00, fyrstu ferð í kvøld 2. oktober kl. 22.00. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23.00, 24.00, 02.00 og kl. 04.00.
Arbeiðið sum verður gjørt er at J&K Petersen fer at bora nýggjar boltar í loftið, hanga ”dúkar” uppundir loftið har tað dryppar og skróta loftið fyri at tryggja at einki leyst grót er. Hetta er partur av viðlíkahaldsarbeiðnum í Vágatunlinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo