Í samband við Savnsdagar í Vágum frá 20. til 22. apríl verður framsýning í høllini á Giljanesi.
Tað eru útvaldar myndir úr myndasavninum hjá Vágaskip og Siglingarsøgan í Vágum á facebook, sum verða vístar á stórskýggja.
Talan er um skipasøguna í Vágum frá 1895 til 2018, Útróður í Grønlandi, Kangarsuk og aðrastaðni.
Stuttfilmar verður eisini vístir av skipunum: Hamraberg, Sólarris, skonnartini Mars, Reynsatindi, Venus, Varðberg, V.U.Hammershaimb o.s.fr.
Tað er Jan Erik Simonsen í Sandavági, sum stendur aftanfyri hettar megnar arbeiði, at savna tilfarið. Jan Erik sigur, at uttan góða hjálp frá vágafólki, vestmenningum og øðrum, sum komu við myndum, var hetta átak bara ein viðfáningur.
Framsýningin er skipað sum filmar. Hesir vera vístir allan dagin.
Fyri at fáa eina heildaruppliving, verða eini 8-10 modell av vágaskipum víst fram í ítróttarhøllini á Giljanesi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo