Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sandavágs Talvfelag á odda. F.v. Silas Eyðsteinsson, Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen. Saman við Torkil Nielsen manna teir FM-liðið hjá vágamonnum.

Sandavágs Talvfelag á odda. F.v. Silas Eyðsteinsson, Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen. Saman við Torkil Nielsen manna teir FM-liðið hjá vágamonnum.

Sandavágs Talvfelag á odda. F.v. Silas Eyðsteinsson, Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen. Saman við Torkil Nielsen manna teir FM-liðið hjá vágamonnum.

Talvsamband Føroya: Bæði oddaliðini vunnu stórsigrar í sjeynda umfari í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin.

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag vundu úr B-manningini hjá Havnar Telvingarfelag, og otaðu seg eitt hálvt stig framum A-liðið hjá havnarmonnum. Sandavágur hevur nú 21½ stig, Havnin 21. Fimm stig eru aftur til Klaksvík á triðja plássi, ið sostatt má metast at vera gliðið úr FM-stríðnum.

Fóru við øllum
Vágamenn gjørdu bart á Finsen. Tá tríggir tímar vóru farnir, sást framvegis ikki, hvønn veg tað bar í dystinum millum Havnina B og Sandavág. Tað bylgdist aftur og fram á øllum fýra borðum. Men væl líður eftir hjá sandavágsmonnum. Eitt lítið kvink her, eitt annað har, stigvíst verður akkumulerað, teir kýta seg nærlagdir, tíðin er knøpp hjá summum, tað ríður um snarið, kann fara báðar vegir, flutt verður í skundi, bæði á hesum og hasum borðinum gjálvar, lítið er út at geva, men tá ið krútroykurin hevur lagt seg, hava allir vunnið. 4-0 til føroyameistarnar móti liðnum, sum leingi hevur verið á triðja plássi í kappingini.

##med2##

A-liðið hjá Havnini vann 3½-½ á Klaksvík B. Obligatoriska mannfallið hjá havnarmonnum - í dag høvdu Olaf Berg, Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson forfall - gav Hjalta Toftum Jógvanson møguleikan á fjórða borði. Hann loysti uppgávuna upp á stás. Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen vunnu á fremru borðunum, men á triðja borði endaði javnt millum Luitjen Akselsson Apol og Ingolf Gaard.

Spenningur er nú í botnstríðnum millum Vestmanna og Klaksvík B. Vestmenningar eru farnir at rakna við, og hava nú fingið Klaksvík B aftur. Eftir góða dystin móti oddaliðnum úr Sandavági í sætta umfari, fingu klaksvíkingar harða mótstøðu í dag. Eitt nú vann Jákup á Rógvi á Ólavi Simonsen á 1. borði, men dystin vunnu klaksvíkingar kortini tepurt.

##med3##

Samanumtikið er at siga, at stórur spenningur valdar bæði í toppi og botni í fremstu deildini, nú trý umfør eru eftir.

Skráin fyri írestandi umførini í fremstu deildini er henda:

8. umfar (27. februar)
Sandavágur - Klaksvík
Vestmanna - Havnin
Klaksvík B. - Havnin B.

9. umfar (13. mars)
Klaksvík B. - Sandavágur
Havnin - Klaksvík
Havnin B. - Vestmanna

10. umfar (26. mars)
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Havnin B.
Vestmanna - Klaksvík B.

Hinar deildirnar
Telvað hevur eisini verið í hinum trimum deildunum í dag, men summir dystir vórðu útsettir, í øðrum føri vanta úrslit, so yvirlitið er ófullfíggjað. Til ber at síggja meira nágreiniliga á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo