Árið er 1988. MB hitar upp í Miðvági. Teir skulu til Sørvágs at spæla seinasta dyst hetta kappingarárið. Við MB-flaggi í veittrandi hond fylgja spentir MB-áskoðarar við í upphitingini.
Um MB skal náa dreymin um uppflyting hetta árið, skulu teir vinna á sørvingum, sum ikki hava staðið seg eins væl í ár.
Argasti kappingarneytin hjá MB hetta árið er SÍF. Teir eru beint í hølunum á MB. Skal SÍF flyta upp, má SÍ rætta teimum eina hjálpandi hond.
JensJáku Hansen hevur staðið fyri at samla tilfarið saman við Jónfinn Stenberg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo