Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Til Sambandsflokkin og fjølmiðlarnar

Vága Sambandsfelag hevur havt fund orsaka av verkfallinum ímillum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Vága Sambandsfelag ynskir at virða og verja teir borgarar, ið hava ein serligan tørv og somuleiðis ynskja vit at virða samráðingar og verkfalsrættin.

Vit mæla frá at Løgtingið longu nú fer inn í málið, tí Sambandsflokkurin hevur altíð virt fakfelagsrørsluna og verkfalsrættin. Vit halda, at skipanin vit hava við samráðingum skal troytast heilt og fult, áðrenn Løgtingið fer í málið.  

Vit heita tí á Bárður á Steig Nielsen, Føroya løgmann um beinanvegin:

1: - at geva Jørgin Niclasen, fíggjarmálaráðharra, ið varðar av samráðingunum, ið eru koyrdar fastar, tænastuboð, at Lønardeildin skal taka uppaftur samráðingar við Føroya Pedagogfelag. Møguliga við hjálp av Semingsstovninum.

Hesar samráðingar skulu ikki slítast, fyrenn partarnir eru samdir um eina loysn.

2: - at heita á Føroya Pedagogfelag um at geva fleiri undantøk til mest útsettu borgarnar, ímeðan samráðingarnar fara fram.

3:  - at geva Helgi Abrahamsen,landstýrismanni, boð um ikki at leggja uppskot fram viðvíkjandi undantøkum.

Samstundis vilja vit inniliga heita á partarnar um skjótast gjørligt at finna eina semju, so viðurskiftini normaliserast.

Vága Sambandsfelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo