Vága Pensjónistafelag hevði aðalfund í Bygdarhúsinum í Miðvági týskvøldið 5. apríl 2022, og gott og væl 50 fólk vóru á fundi. Á fundinum fingu limirnir frágreiðing um virksemi felagsins í farna ári. Virksemið hevur tó verið avmarkað orsakað av korona. Roknskapurin fyri felagið var eisini framlagdur og góðkendur.
Fleiri nevndarlimir stóðu fyri vali og stillaðu ikki upp aftur.
Í nývaldu nevndini sita Erhard Jacobsen, Sørvági, formaður, Ketty Kurotsuchi, Miðvági, næstforkvinna, Thurid Olsen, Sandavági, kassameistari, David Johannesen, Miðvági, skrivari, Asta Poulsen, Vatnsoyrar, Jóna Dam, Miðvágur og Finnbogi Niclasen, Sørvági.
Eykalimir eru Arna Thorsvig Thomassen, Sørvági, Sonja Thomassen, Sandavági og Andrea Jensen, Sørvági.
Aftaná aðalfundin skipaði felagið fyri hugnakvøldi við góðum mati, tónleiki, lutakasti og undirhaldi.
Nevndin væntar, at tað nú fer at vera møguligt at hava meira virksemi fyri limunum við hugnakvøldum, útferð í summar og jólaveitslu.
Ætlanin er eisini at skipa fyri onkrum kvøldi, tá ið limirnir kunnu savnast at spæla spøl og fyri kunningarfundi um teldunýtslu, heimabankan og vangan.
Nevndin í Vága Pensjónistafelag er eisini Eldraráð í Vágum, og ætlanin er beinanvegin saman við kommunum og eldrarøktini at fara undir at gera eina fullfíggjaða kanning og lýsing av støðuni hjá eldri í Vágum, eitt nú hvørja hjálp tey hava tørv á, hvussu tey trívast, hvussu røktin er, hvørji átøk eru, so at eldri kunnu búgva í egnum heimi sum longst, og hvørji tilboð eru til eldri, so at tey kunnu koma saman.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo