Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hagstovan: Fólkavøkstur hevur verið í Føroyum í tíggju ár, og í fleiri kommunum setur fólkatalið met mánaða eftir mánaða. 1. apríl setti fólkatalið met í seks kommunum. 

Í Tórshavnar kommunu, har meir enn helvtin av fólkavøkstrinum seinasta árið var, nærkast fólkatalið 23.300.

Næststørsti vøkstur var í Klaksvíkar kommunu, har fólkatalið fyri fyrstu ferð er farið upp um 5.500.

Triðstørsti vøkstur var í Runavíkar kommunu, har næstan 4.400 fólk búgva, og Vága kommuna hevði fyri fyrstu ferð fleiri enn 2.200 íbúgvar.

Í Nes kommunu nærkast fólkatalið 1.550, og við framhaldandi støðuga fólkavøkstrinum í Sjóvar kommunu er fólkatalið farið væl forbí 1.200.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. apríl 2023 og 2024. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo