Borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis H. Niclasen, mótmælir harðliga, at Vágatunnilin verður nýttur sum sponsorur hjá verkætlanini Talgildu Føroyar.
Tað skrivar borgarstjórin í hoyrings svari til Fíggjarmálaráðið tann 23. februar 2017.
Borgarstjórin skrivar í hoyringssvarinum, at Vága kommuna tekur undir við hoyringsskrivinum, sum Kommunufelagið hevur sent Fíggjarmálaráðnum.
- Samtykt var samstundis harðliga at mótmæla at Vágatunnilin verður nýttur sum sponsorur hjá verkætlanini.
- Tað eru greiðar avtalur um, at tunnilin fellur aftur til Landið, tá hann er útgoldin.
- Tí eigur hann ikki at vera blandaður uppí hesa verkætlanina, sigur borgarstjórin í Vága kommunu í svarinum til Fíggjarmálaráðið.
Sambært ætlanini hjá Fíggjarmálaráðnum kemur verkætlanin at kosta Vága kommunu 1.033.000 krónur yvir trý ár. Tað vil siga 344.000 krónur í 2018, 2019 og 2020.
Kommunufelagið førdi millum annað fram í sínum hoyringssvari, at tað verður mett sum álop á kommunala sjálvræðið at noyða kommunurnar at gjalda til eina verkætlan, sum landið eigur.
- Landið kann ikki bara uttan víðari áleggja kommununum at taka lut í fíggingini av eini landsuppgávu, uttan at hetta er liður í, ella avleiðing av, at ein landsuppgáva samstundis verður løgd út til kommunurnar at umsita.
- Tað, at kommunurnar verða tvungnar at fíggja eina landsverkætlan – uttan at ein kommunal uppgáva samstundis harvið verður loyst – er at meta sum eitt ognartøkulíknandi inntriv móti kommunalu kassunum. Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakast, skrivaði Kommunufelagið millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo