Í mai í ár lýsti Vága kommuna eitt øki á 3.300 fermetrar til sølu til íbúðabygging, men einki boð kom inn, sambært borgarstjóranum, Bjarna Prior, tá VP spyr.
Sambært lýsingini so var talan um tvey ymisk øki. Øki 1 á 1.300 fermetrar og øki 2 á 2.000 fermetrar.
- Hetta er liður í ætlanini hjá Vága kommunu at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgaranum til bústað.
- Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verður bygt. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir. Tilhoyrandi parkering og nøktandi loysnir fyri uttanumøkið er partur av loysnini, stóð at lesa í lýsingini.
Borgarstjórin heldur, at rentan og prísstøðið í løtuni hava gjørt sítt, so kommunan bert fekk fyrispurningar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo