Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sambandsflokkurin: Hóast Vága Floghavn er nógv útbygd seinnu árini, og nógv er hent á loftferðsluøkinum, er framvegis tørvur á íløgum.

Tað upplýsir stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, í einari framløgu fyri landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í dag á Hotel Vágum.

Hugsað verður m.a. um bæði at breiðka og leingja flogvøllin, sum nýliga er longdur út á 1.800 metrar. Talan er um at breiðkað flogbreytina, so hon gerst uml. 45 metrar breið. Og at leingja vøllin við 200 metrum, so hann verður 2.000 metrar til longdar.

Hetta ber í sær, at størri flogfør kunnu flúgva upp á Føroyar.

Av øðrum íløgum nevndi Jákup Sverri Kass, stjóri, útbygging av bagasjuhøllini, eitt standipláss afturat til eitt flogfar, at byggja størri kapasitet inn í verandi terminal, møguliga at byggja ein nýggjan hangar og at gera íløgur í sonevnda EGNOS-navigatiónsskipanina, ið verður brúkt í Europa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo