Nú virksemið hjá Vága Floghavn er svunnið burtur í næstan einki orsakað av koronakreppuni, sær felagið sær ikki annan møguleika enn at laga starvsfólkahópin til nýggja veruleikan. Farsóttin hevur fullkomiliga tikið grundarlagið undan inntøkum felagsins og hevur felagið tí einki arbeiði til lutfalsliga stóran part av starvsfólkahópinum.
Av tí at útlitini fyri ferðafólkaferðslu framvegis eru sera ivasom, og síggja út til at fara at vera tað í rúma tíð enn, hava nevnd og leiðsla felagsins avgjørt at laga starvsfólkahópin til broyttu umstøðurnar.
Í hesum sambandi hevur leiðslan í Vága Floghavn raðfest at varðveita tey starvsfólk, sum eru neyðug fyri at lúka myndugleikakrøv og fyri at reka fyritøkuna forsvarliga, til gongd aftur kemur á flogvinnuna.
Regin I. Jakobsen, stjóri, sigur: ”tað harmar okkum almikið at taka hetta stigið, men vit kunnu snøgt sagt ikki forsvara at hava fólk í starvi, sum arbeiði ikki er til” og leggur afturat at: ”útlitini fyri flogvinnu eru sera døpur í løtuni, men vónandi kemur gongd á aftur komandi ár”.
Tillagingin rakar bæði umsitingarlig og operationel starvsfólk. Ítøkiliga merkir hetta, at umleið 20 størv verða rakt. Samstundis verða ósett størv ikki sett fyribils, eins og færri tímalønt starvsfólk verða knýtt at Vága Floghavn komandi tíðina.
“Hetta eru ógvuliga tung stig at taka, tí talan er um at siga farvæl við bæði røsk og dugnalig starvsfólk, sum vit sum fyritøka als ikki ynskja at vera fyri uttan, so vit vóna veruliga at kunna bjóða teimum aftur sum skjótast, um umstøðurnar verða øðrvísi”, sigur stjórin at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo