Fyri fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár er vøksurin 21,7% í ferðafólkatalinum.
Ein av orsøkunum til tað er, at partur av páskum lógu í mars í ár, meðan páskirnar byrjaði og endaðu í apríl í 2017.
Men talan er ikki bert um vøkstur í ferðafólkatalinum, tí viðvíkjandi farmaflutninginum higartil í ár er vøksturin heili 214%.
Orsøkin til stóra vøksturin er tann, at SAS saman við Posta og Bakkafrost útflyta laks. Laksurin verður flogin til Keypmannahavnar, og síðan fluttur harfrá út í heim á rutunetinum hjá SAS.
Hyggja vit eftir ferðamálunum, so er nógv tann størsti vøksturin á Danmarkar-rutuni. Viðvíkjandi ferðandi til Ísland og Noregi, so standa tey tølini í stað.
Men vøkstur er hartil á leiðini til Edinburg og onnur ferðamál.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo