Vága Floghavn: Í 2022 fóru vit aftur upp um 400.000 ferðandi um Vága Floghavn, hóast vit ikki komu upp á metið frá 2019, tá 424.281 ferðandi vórðu skrásett. 406.453 gjørdist endaliga talið fyri 2022. Talan er sjálvandi um stóran vøkstur í mun til 2021, tá 239.086 ferðafólk fóru um flogvøllin, men hetta var í ógvuliga stóran mun merkt av COVID-19-farsóttini. Vøksturin var ikki minni enn 70,0% í mun til 2021, men framvegis eru vit 4,2% aftanfyri 2019.
Gongdin í ferðafólkatølum hevur sum vera man sera stóra ávirkan á úrslit felagsins, sum, eftir umstøðunum, má metast nøktandi. Um búskaparligu gongdina í árinum ber annars til at siga, at bruttoúrslitið vaks úr 31.497 t.kr. upp í 47. 863 t.kr., sum er tað størsta nakrantíð.
Vøksturin í verksemi ávirkar sjálvandi starvsfólkakostnaðirnar, sum hækkaðu úr 21.790 t.kr. upp í 28.832 t.kr.
Avskrivingarnar lógu á sama stigi, sum undanfarna ár, nevniliga millum 17 og 18 mió.kr.
Við einum avlopi á 8,8 mió.kr. gjørdist 2022 sostatt eitt ár, sum vit hóast alt ikki kunnu vera heilt ónøgd við.
Tørvur er á støðugum nøktandi úrslitum, tí fyri Vága Floghavn er neyðugt alla tíðina at arbeiða við neyðugum tillagingum, soleiðis at umstøðurnar á flogvøllinum, í farstøðini og tænastubygningunum nøkta tørvin hjá brúkarunum.
Fleiri verkætlanir eru í gongd fyri at bøta um, og aðrar eru á veg, m.a er útbyggingin av viðførismóttøkuni nú komin nakað áleiðis, og farið verður í næstum undir at víðka um parkeringsøkið, eins og umstøðurnar til at byggja hangarar Hesi arbeiði eru átrokandi neyðug, tí umstøðurnar hesum viðvíkjandi eru ikki nøktandi sum er.
Tá tosað verður um ferðafólkatøl má sum altíð havast fyri eygað, at Vága Floghavn, eins og aðrar floghavnir, telur ferðandi báðar vegir. Eitt ferðafólk, sum kemur til Føroya at vitja, telur tí tvær ferðir í hagtølunum.
Um vit hyggja nærri at teimum 400.000 ferðandi, sum soleiðis í mesta lagi fevna um 200.000 einstakar persónar, sum fóru um flogvøllin í 2022, sæst, at helvtin av teimum vóru útlendingar.
Tíðum hevur verið tosað um høg ferðafólkatøl í Føroyum, ikki minst í 2019, og nú tølini nærkast teimum frá tá, er kanska vert at greina tey eitt sindur nærri.
Um vit hyggja at teimum 406.453 ferðandi, sum fóru um Vága Floghavn í 2022, so síggja vit út frá skrásetingunum, at nakað minni enn helvtin, 43%, var búsitandi í Føroyum, 7% vóru føroyingar búsitandi uttanlands, meðan restin, 50% vóru útlendingar.
Tá vit tosa um ferðafólk, sum koma at vitja Føroyar sum turistar, er ikki vanligt at telja føroyingar við, hvørki okkum, sum búleikast her í landinum, ella teir sum vitja aftur á klettunum.
Tey 50% nevnd omanfyri fevna tí um 202.130 ferðandi, t.e. í mesta lagi 101.065 einstaklingar Her mugu vit tó leggja afturat, at tá eru allir útlendingar taldir við, eisini teir, sum komu til Føroya í øðrum ørindum enn sum turistar. Talan er tá eisini um fólk, sum koma hendan veg í arbeiðsørindum, til dømis útlendingar sum arbeiða í Føroyum, handilsferðandi o.l.
Eingin neyv skráseting er av hesum viðurskiftum, men sambært eini rættiliga eftirfarandi meting var talan um millum 60.000 og 70.000 fólk, sum í 2022 komu til Føroya loftvegis sum ferðafólk ella turistar.
Væntanir fyri 2023
Vága Floghavn hevur góðar vónir fyri 2023. Sjálvt um ferð ikki kom á ferðsluna fyrstu tveir mánaðirnar av árinum vænta vit kortini, at árið fer at roynast væl, ja, so væl, at vit rokna við at metið frá 2019 verður tikið.
Herfyri varð val av starvsfólkavaldum umboðum í nevnd felagsins hildið. Tórstein á Steig varð afturvaldur, meðan Sámal Birgir Johansen og Evan Hilmarsson, sum hava verið í nevndini í ávikavíst 8 og 4 ár, ikki stillaðu upp aftur. Í teirra stað vóru Nanny Falkvard og Egil B Joensen vald,
Á aðalfundinum í dag vórðu aðalfundarvaldu umboðini í nevndini afturvald, og nevndin hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni.
Eftir aðalfundin er nevndin mannað soleiðis: Birita Sandberg Samuelsen, Janus Rein, Gunn Hanusardóttir Møller og Uni Danielsen eru vald av aðalfundinum, meðan Nanny Falkvard, Tórstein á Steig og Egil B Joensen eru starvsfólkavald umboð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo