Tað hevur givið ein stóran vøkstur í ferðafólkatalinum, at SAS eisini er farið at flúgva millum Danmark og Føroyar.
Teir fyrstu tíggju dagarnar í apríl fóru 55 prosent fleiri ferðafólk um altjóða flogvøllin í Sørvági sammett við somu dagar í 2016.
Tað sigur stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, tá ið VP spyr, um nakar vøkstur hevur verið síðani SAS fór at flúgva.
Jákup Sverri Kass roknar við at apríl fer at seta fleiri met, ikki bara í talinum av ferðafólkum, men eisini í talinum av flogførum sum seta seg á altjóða flogvøllin í Sørvági.
Heimasíðan hjá Vága Floghavn hevur nú eisini eina enska útgávu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo