Hagstovan: Væntaði livialdurin er longdur munandi síðan 1985, bæði hjá kvinnum og monnum. Serliga eru tað menn í Føroyum, sum nú liva longur enn teir gjørdu fyrr.
Væntaði livialdurin hjá monnum við lívsbyrjan er øktur við gott níggju árum ella umleið 13 prosentum síðan 1985/1986, meðan livialdurin hjá kvinnum er øktur við knapt sjey árum ella knapt níggju prosentum í sama tíðarskeiði.
Broytingin í eftirverandi liviárum frá 65 árum er somuleiðis stór. Samanborið við 1985/86 eru eftirverandi liviárini hjá kvinnum frá 65 árum økt við gott fýra árum ella knapt 25 prosentum. Hjá monnum eru tey økt við fimm árum, sum svarar til góð 35 prosent.
Myndin niðanfyri vísir prosentvísu broytingina í væntaðum livialdrum hjá monnum og kvinnum samanborið við grundtíðarskeiðið, ið her er sett til 1985/86.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo