Flogbóltssambandið: Mikukvøldið kl. 19 spæla føroysku flogbóltskvinnurnar annan dystin í evropeisku Silvurliguni, og hóast tær taptu 3-0 fyri Montenegro í fyrsta dystinum í kappingini leygardagin, so eru vónirnar til dystin í morgin ímóti Georgia nógv betri. Serliga tí Georgia ikki er líka sterkt sum Montenegro; nakað sum eisini sást í dystinum hjá Georgia ímóti Portugal sunnudagin, har Portugal vann 3-0 (25-13, 25-12, 25-18). Tað úrslitið minnir um tað hjá Føroyum ímóti Montenegro, har settini endaðu 9-25, 7-25 og 20-25. Portugal og Montenegro eru styrkismett ávikavist nr. 28 og 27 í Europa, og Føroyar og Georgia eru styrkismett ávikavist nr. 35 og 34.
Tølini leggja í hvussu er upp til rættiligt flogbóltsbrak í høllini á Hálsi mikukvøldið kl. 19.
Georgiska flogbóltssøgan
Georgia hevur eina ferð verið við í EM-endaspælinum – tað var í 2017 – men tað var ikki tí liðið tá hevði framúr dygdir, men tí landið saman við Aserbadjan var vertur fyri kappingina. Georgia tapti allar sínar fýra dystir og endað aftast av teimum 16 londunum, sum vóru við.
Í Silvurliguni, sum á fyrsta sinni var býtt upp í Gull- og Silvurligu í 2018, hevur Georgia verið við tvær ferðir áður; í 2018 og 2019, og hevur vunnið ein av sínum tilsamans 12 dystum í kappingini. Tað var tá Georgia vann 3-0 á Ísrael í 2018. Aftrat tí hevur Georgia einans vunnið eitt sett; tað var í 3-1 tapi fyri Eysturríki í somu kapping.
Men áðrenn Silvur- og Gullligan vóru stovnaðar, varð spælt í eini felags evropeiskari ligu, og í henni var Georgia við í 2015 og 2018. Úrtøkan var 16 tap í 16 dystum, og 4 vunnin sett tilsamans.
Dystir og úrslit í bólkinum hjá hjá Føroyum:
27. mai: Føroyar – Montenegro 0-3 (9-25, 7-25, 20-25)
28. mai: Portugal – Georgia 3-0 (25-13, 25-12, 25-18)
31. mai: kl. 19:00: Føroyar – Georgia
4. juni: kl. 16:00: Føroyar – Portugal
Útidystirnir:
11. juni: Portugal – Føroyar
14. juni: Georgia – Føroyar
16. juni: Montenegro – Føroyar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo