Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Eitt línuskip er nýliga byrjað á Íslandsrygginum og tvey smærri eru á landgrunninum. Tey smærru koma at landa í vikuni, meðan tað er ivasamt um tað sum er á Íslandsrygginum landar í vikuni. Tvey frystilínuskip eru á Føroyabanka, eitt er við Ísland, eitt er á Íslandsrygginum og so er eitt á landgrunninum. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðrið verður gott, so væntandi nógvan útróður, serliga fyrst í vikuni, tá streymurin er góður. Væntandi fer onkur út á Føroyabanka. Fiskaríið er smáligt á landgrunninum, men gott á Føroyabanka. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.

Tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva. Báðir landa helst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Eysturgrønland og ein liggur við bryggju.

Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, og so er eitt par á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Væntandi fer okkurt pari avstað í næstum.

Tríggir trolbátar eru  úti, men væntandi fer onkur afturat út í næstum. Allir landa væntandi síðst í vikuni. Teir fáa eina blanding av tosk, hýsu og flatfiski.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo