Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag umrøður løgtingi fiskivinnuna.

Tað hevði verið smart, um samgongan, og serliga Fólkaflokkurin, hevði skotið upp, at frítikið manningina fyri at gjalda tilfeingisgjald.

Hetta kann gerast við at tilfeingisgjaldið verður útroknað fyri reiðarí og síðan lækka við tí sum svarar til hýruprosenti. Við góðum vilja ber tað væl til.

Høgni Hoydal upplýsti í gjár, at hann helt at manningarnar skuldu ikki gjalda tilfeingisgjald. Gangi út frá at Aksel heldur tað sama. Tá allir politikarar í andstøðu halda tað sama sum tey í samgongu hildu fyri tveimum árum síðan, so eigur tað at bera til.

Tað hevði lækkað tilfeingisgjaldið sum landskassin fekk, víð tí sum sjómenn sluppu undan at gjalda. Tilfeingisgjaldið hjá reiðarum hevði verði óbroytt,

Útrokningar gjørdar út frá avrokningum av hýrum vísa annars at upplýsingar hjá fiskimálaráðnum og búskaparráðnum eru á leið 250-300% hægri enn avrokningarnar.

Somuleiðis er orsøk at halda, at tilfeingisrentan, rætt útroknað, er lægri enn 300 milliónir. 

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo