Vælkomin til tann perfekta familjudagin, har tú fært eina rúgvu av stuttligum og øðrvísi upplivingum í Bacalao.
Hevur tú hug at royna balansuna á einum skateboardi ella rulluskoytum? Ella vilt tú klatra í klintrihøllini og vita, hvussu høgt tú klárar at klatra? Vit hava eisini ein boksiring, boksipútur og hoppibond til tín, um tú hevur ein Mohammed Ali ella Saru Mahfoud í búkinum. Eisini kanst tú uppliva dungliga Simon Fensholm gera vakran street art.
... og tað steðgar ikki har. Um tú ert meir til fjarstýrdar bilar, so hava vit eisini hugsað um tann partin. Á Bacalao hevur RC Felagið tann feitasta banan og bilarnar í landinum, tá vit tosa um fjarstýrdar bilar. Eisini hevur tú møguleikan at ogna tær klæðir frá feita klæðnamerkinum Skatepig, ið kemur at hava sølubás.
Bæði venjarar og útgerð eru á staðnum, so tú skalt bara taka teg sjálvan við. Vit syrgja eisini fyri, at ongin gongur svangur. Tú fært leskiligan street food á staðnum, og hevur tú hug til okkurt søtt afturvið, so kanst tú altíð keypa heimagjørdan ís frá Ísur.fo afturvið góða stemninginum.
Dagurin endar tó ikki har! Vit hava eisini eina geniala konsert í Perluni, har teir altíð fantastisku RSP, HÚS og Helgi enda tiltakið við einum brakið.
Minst til at seta eitt KEMPI X í kalendaran leygardagin tann 1. juli fra kl. 13-18.
Vit gleða okkum at síggja teg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo